Ikki nóg konsentreraðir

Venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, helt eftir dystin, at hansara menn ikki vóru nóg væl konsentreraðir allan dystin.

- Tað byrjar annars rímiliga væl hjá okkum, men teir fáa ov lætt takið á okkum, og so gongur tað, sum tað gongur. Og sum heild var spælið hjá okkum ikki nóg gott í dag, sigur Ingi Olsen.

Har var ógvuliga rótut í løtum. Hvat skulu tit hava upp á pláss teir seinastu 10 dystirnar, um tit eisini skulu røkka dystunum, sum eru nummar 11 og 12?

- Vit skulu vísa tað, sum vit vísa fyrstu 15-20 minuttirnar í dag. Tá skora vit væl, og vit megna í stóran mun at halda teimum frá málunum. 20 minuttir er bara ov lítið. Vit skulu makta at vísa sama spæl í tríggjar ferðir so langa tíð.

Er tað kanska meira orka, sum skal til?

- Møguliga. Tað kundi tað í øllum førum sæð út til í dag, segði Ingi Olsen.