´
Hóast teir vunnu dystin, so vóru vestmenningar alt annað enn nøgdir um samlaða úrslitið, sum sendi Kyndil í steypafinaluna. Eitt skifti var samlaðu munurin annars komin niður á eitt mál, og Agnar Joensen hjá VÍF ásannaði, at teir ikki vóru nóg kaldir hesa løtuna.
- Sjálvandi skulu vit blíva við at koyra á. Men har kiksa nøkur ting hjá okkum. Og hjá teimum eru brádliga nakrir spælarar, sum taka ábyrgd. Hans Áki bjóðar av og skorar úti á veinginum. Sjálvir brenna vit næsta álopið, og so fær Janus Einar klóra ein bólt til sín, og munurin er aftur niðri á eittans máli.
- Eftir hetta koma vit ongan tíð ordiliga avstað aftur, og tá minuttirnir ganga, verður tað vónleyst hjá okkum at enda. So tú kanskt væl siga, at vit eru ikki nóg klárir alla tíðina, staðfestir Agnar Joensen.
Fleiri høvdu undir dystinum hug at ilskast um dómararnar, sum brúktu ikki færri enn 16 útvísingar. Men Agnar vildi als ikki taka undir við hesum kórinum.
- Eg haldi, at Heri og Dánjal eiga rós uppiborið. Sjálvandi eru menn ósamdir viðhvørt, men tað er altso for órutinerað av spælarum sum Bárði og Høgna at fáa slíkar útvísingar. Tí tað ræður um at halda høvdið kalt í slíkum støðum. Sjálvur havi eg so ongan tíð sæð, at ein dómari hevur broytt útvísingina, fyri tað um spælarin mótmælir, segði Agnar Joensen.










