Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21-landsliðnum, var sera vónsvikin eftir 1-3 tapið fyri Lettlandi í gjár.
– Vit møttu einum liði, sum er á sama stigi sum Moldova, men vit vóru bara ikki nóg góðir, og tí taptu vit, staðfesti hann.
– Vit megnaðu betur at vinna nærdystirnar í seinna hálvleiki, og til tíðir vóru vit væl við.
Við einum máli ímóti sær, tá bara 38 sekund vóru farin, gjørdust fyritreytirnar ikki tær bestu, men Tó helt Bill McLeod Jacobsen, at vánaliga byrjanin ikki skyldaðist, at hansara menn ikki vóru klárir:
– Áðrenn dystin vóru vit ordiliga klárir, men longu í fyrsta minutti fingu vit eitt mál ímóti okkum, og so gekk tað bara ikki eftir vild, staðfesti hann.
– Vit spældu ein góðan dyst leygardagin og kundu fingið eitt uppaftur betri úrslit tá, men í dag vóru vit ið hvussu er ikki nóg svangir, og tað var keðiligt.










