Í støðu, sum heilt víst var upplagt brotskast, slapp Unn als ikki at seta av frá veinginum, men fór ístaðin skramblandi niður í gólvið við einum keiktum fóti. Pínan var ógvuslig fyrstu løtuna, men eftir dystin hevði Unn framvegis vónir um, at hennara leiklutur als ikki var av á ferðini. – Eg havi roynt hetta onkra tíð áður, og pínan er longu nógv minkað. Verður fóturin tapaður væl inn, eri eg vís í, at eg klári at spæla aftur longu fríggja- ella leygardagin, sigur Unn Kragesteen.