Ikki loyvt at koyra út á molan

Ikki er loyvt at koyra út á molan, hóast mong gera tað. Tískil hava fleiri bilførarar í vikuni fingið bót fyri at koyra ørindaleyst eftir keiøkinum.

Summi hava til fragds at koyra ein túr út á molan av og á, tá tey ikki hava annað at takast við, men í veruleikanum er hetta als ikki loyvt. Økið frá farstøðini og út á molan er alt sum tað er arbeiðsøki, og tískil er ikki loyvt at koyra á hesum økinum, um ein ikki hevur ávís ørindi, ið ein kann vísa á, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur eisini í hesari vikuni verið úti og steðga bilum, ið hava koyrt á keiøkinum. Og tað hendi seg bæði hósdagin og fríggjadagin, at bilførarar fingu bót fyri at koyra á keiøkinum.