Í nýggja lógaruppskotinum verða støddirnar av alkoholstyrkini í útandingarluft settar í lógina. Hetta merkir at nú kunnu mátingarnar, sum løgreglan ger á staðnum, nýtast sum prógv í rúsdrekkamálum. Higartil hevur løgreglan havt heimild til at krevja útandingarroynd fyri at meta, um neyðugt er at taka blóðroynd fyri at staðfesta, at brot er framt á ferðslulógina.
Men í nýggja uppskotinum verður also mælt til at seta í verk somu lógir, ið eru galdandi í grannalondum okkara. At neyðuga kanningin nú kann gerast einans við einari útandingarroynd, er eitt nógv minnið inntriv enn ein blóðroynd, eins og tað slepst undan at skula bíða eftir blóðroyndini. Sostatt missur tú koyrikortið á staðnum, vísir tólið omanfyri 0,50 promillu av alkoholi í blóðnum.