Ikki øll tola kuldaskelkin

Sølvi Winther Olsen, ítróttalækni, biður fólk sum heild um at hugsa seg um, áðrenn lopið verður á sjógv

Sølvi hevur áður hildið fyri­lestur fyri føroyskum sjó­svimjarum, og hann er skjótur at staðfesta, at hann als ikki vil frámæla fólki hen­da stuttleika, um tað ger teim­um gott.
- Eg havi havt óføra fragd av at síggja øll hesi lopini, sum eru framd seinastu dagar­nar, og eg skilji á nógv­um fólkum, at tey hava sanna fragd av kensluni, sum kuldaskelkurin gevur, men eg vil eisini mæla fólki til at ansa eftir, sigur Sølvi Winth­er Olsen.
- Tí tað eru sjúkur, sum kunnu útloysast av skelki­num, sum hetta gevur. Hóast eg ikki havi merkt nakað til hjarta­trupulleikar sjálvur, so eri eg komin somikið til ára, at eg eri í einum ávísum vanda­bólki. Og sjálvur haldi eg, at tað vildi verið spell, um eg soleiðis gav mær sjálvum eina varandi sjúku at dragast við. Og tað eru eisini aðrar sjúk­ur enn hjartasjúkur, sum kunnu útloysast av hesum, sigur Sølvi.

Ikki kava
Sølvi leggur áherslu á, at tað eru tey fæstu, sum ikki tola hetta, og hann staðfestir, at tað er ein annar vandi, sum er nógv meira ítøkiligur enn sjálv­ur kuldin.
- Tað er, um fólk kava, og tað vísir seg at vera ov grunt. Tá kunnu vit síggja dømi um fólk, sum gerast lamin, og eg vil staðiliga heita á øll tey, sum í hesum døgum leypa á sjógv, um at gera tað við beinu­num fremst.
Ert tú ikki í beinleiðis vanda­bólkinum fyri sjúkum, so eru tríggir aðrir lutir, sum skulu havast í huga, tá lopið verð­ur útí, sigur Sølvi.
- Ansa eftir, at tú kanst sleppa skjótt upp. Altso at ein stigi ella líknandi er nær­hendis. Og latið vera við at svimja langt út.
- Og far ikki einsamallur á sjógv. Fólk mugu altíð vera hjá­stødd, og hesi mugu eisini vera útgjørd, soleiðis at tey kun­nu traðka til, um tað er neyðugt.
- Eg skal avgjørt ikki ræða fólk frá hesum stuttu­leika­num. Men tað er umráðandi, at vit og skil verður nýtt, so van­lukkur ikki standast av hes­um, sigur Sølvi Winther Olsen.