Nógv, sum hava fingið sær eina útbúgving í Danmark ella aðrastaðni, hava tikið sína útbúgving yvir seks ár - hóast hon er normerað til fimm ár. Tað verður eisini loyvt í framtíðini í Danmark, men so er treytin, at tey lesandi fara skjótari víðari frá miðnámsskúlunum og til universitet.
Tey flestu taka eitt sokallað sabbatár - ella fríár - ímillum miðnámsskúlan og víðari lesnað. Summi fara á arbeiðsmarknaðin í fleiri ár áðrenn tey fara víðari, og tað er hetta, sum landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum í Danmark, Morten Østergaard, ætlar at broyta.
Tað merkir, at tey, sum byrja sína hægri útbúgving minni enn tvey ár eftir, at tey eru liðug við miðnámsútbúgvingina, sleppa at fáa SU í seks ár.
Danska stjórnin fer at kunngera eina nýggja útbúgvingarskipan, sum skal fáa lesandi skjótari ígjøgnum útbúgvingarskipanina, og samstundis spara tvær milliardir krónur á útbúgvingarøkinum.
Umframt, at broytingin innan sætta SU árið verður framd, ætlar Morten Østergaard eisini at fremja broyting innan hvussu leingið lesandi sleppa at vera afturúr við teirra útbúgvin.
Sum nú er hevur ein lesandi í Danmark rætt til at vera 12 mánaðir seinkaður við sína útbúgvin - og kortini fáa SU. Men framyvir verður tað soleiðis, at ein í mesta lagið sleppur at vera eitt semestur aftanfyri.
Les meira um broytingarnar á heimasíðuni hjá Kristeligt Dagblad her:










