Høgni Hoydal
????
Eg gav herfyri ilt av mær um fjølmiðlaviðgerðina í sambandi við, at tingið samtykti yvirtøkulóg og lóg um uttanríkispolitskar heimildir. Grein mín varð vend beinleiðis móti redaktionellu leiðslunum hjá fjølmiðlunum, og tíðindaleiðarin hjá Dimmalætting, Georg L. Petersen, svaraði míni grein. Tað takki eg honum fyri, og eg skal - tíverri nakað seinkað - royna at svara og skifta orð um tað, ið hann førir fram.
Einstøk fjølmiðlafólk eiga at fáa herðaklapp
Eg standi sjálvsagt við alt, sum eg skrivaði. Eg legði í grein míni eisini dent á, at einstøku fjølmiðlafólkini ikki kundu lastast, og at fleiri av sínum eintingum høvdu gjørt eitt gott arbeiði, so at málini yvirhøvur komu í ljós og til kjak.
Georg vísir á, at eg í grein míni hevði lyndi til at koyra øll fjølmiðlafólk og allar fjølmiðlar í ein pott. Hesum gevi eg honum rætt í og tað skal eg umbera fyri. Georg L. Petersen hevur somuleiðis eitt gott poeng, tá hann sigur, at politikarar hava lyndi til at lasta fjølmiðlunum - boðberanum - fyri tað, sum teir ikki megna sjálvir í einum máli.
Eisini gevi eg Georg rætt í, at Dimmalætting hóast alt royndi - og roynir dagliga - at hava greinar um tað faktuella í ymisku politisku málunum. Men eg haldi tó, at tað ið skrivað varð um donsku lógirnar, bygdi í mestan mun á tíðindaskriv og viðmerkingar frá Løgmansskrivstovuni, sum í hesum føri als ikki kann nýtast sum sakligt tilfar, men eru reinur partapolitikkur.
Samanumtikið átti eg at havt verið meira nágreiniligur í mínum atfinningum, og eg skal tí royna at bøta um tað.
Ongin fíggjarorka til at fara í dýpdina
Høvuðsorsøkin til, at fjølmiðlarnir ikki veruliga fáa røkt sína uppgávu sum vaktarhundur, er sjálvandi vantandi peningaliga orkan til journalistiskt arbeiði. Harundir eisini trupulleikin, at fakfólk í alt ov lítlan mun taka lut í kjakinum, so at vit politikara sleppa at sláast um, hvat er fakta í einum máli. Her átti Dimmalætting sum koncern eisini at havt ráð til at gjørt meiri. Men eg haldi, at tað er neyðugt at almennu loftmiðlarnir fáa bæði fíggjarligt og politiskt grundarlag til at ganga undan og lyfta uppgávuna. Tað hava teir ikki í dag, og ábyrgdin er okkara sum politikarar. Tí hvílir eisini so nógv á teimum einstøku tíðindafólkunum.
Sosialurin og Portalurin skeikla alt
Hin høvuðsorsøkin til, at fjølmiðlaviðgerðin eftir mínum tykki er so skeiklað í Føroyum í løtuni, tá ræður um at viðgera politisk og sam~felagslig mál, er heilt einfalt: Sosialurin, sum ávirkar allan tann føroyska fjølmiðlaheimin. Sosialurin ger eisini tíðindini til Portalin hjá almenna partafelagnum Føroya Tele - og ofta tekur tildømis Útvarpið tíðindi upp beint eftir hesum báðum miðlum.
Eg átti at havt sagt hetta beinleiðis, heldur enn at koyra allar fjølmiðlar í ein pott. Eg haldi, at Sosialurin er tann miðilin, ið skeiklar so nógv í samlaða fjølmiðlaheiminum í Føroyum.
Sum eg nevndi í míni grein fyrstu, so haldi eg, at Sosialurin er eitt beinleiðis propagandablað fyri Javnaðarflokkin - og so løgið tað ljóðar eisini fyri Fólkaflokkin, sum Sosialurin annars tordi at ganga ímóti, tá Dagblaðið kom út fyrr.
Sosialurin átti at selt seg undir røttum navni
Sosialurin hevur fullan rætt til at vera eitt flokspolitiskt propagandablað. Men tað sum eg finnist at, er, at hann letst at vera eitt tíðindablað, og at hansara propaganda eisini verður miðlað á portalinum hjá almenna partafelagnum Føroya Tele, sum allir føroyingar hava goldið til, og sum flest allir føroyingar enn fíggja gjøgnum telefonrokningarnar. Harafturat finnist eg at, at Sosialurin og Portalurin mangan verða endurgivin í øðrum miðlum, uttan at tað tykist sum tíðindini verða sáldað og eftirkannað í mun til, at talan er um flokspolitisk tíðindi.
Eg undrist altíð stórliga, tá aðrir miðlar bera tíðindi frá Sosialinum ella Portalinum uttan at geva søgunum sína egnu journalistisku viðgerð ella vísa á, at talan er um partapolitisk tíðindi.
Leiðslan hevur ábyrgdina
Tað eru ikki einstøku tíðindafólkini á Sosialinum ella Portalinum, sum eg haldi bera ábyrgdina fyri hesum. Men tað er tann redaktionella og journalistiska leiðslan á Sosialinum, sum velur hvat skal takast upp, hvørjir vinklarnir skulu vera, og hvussu mál skulu viðgerast. Leiðslan er arbeiðssom og hevur gjørt nógv nýskapandi tekniskt, men journalistiskt er endamálið tað sama sum altíð: At vera málgagn javnaðarfloksins.
Leiðslan ger av, hvat tíðindafólkini fáa stundir at arbeiða við. Hon ger av, hvussu eitt mál skal lýsast. Hon ger av, hvørjar høvuðssøgurnar eru. Hon ger av, hvar í blaðnum greinar skulu standa, og hvussu gott pláss tær fáa. Hon ger av, hvørjar yvirskrivtir skulu vera, og hvat skal fáa fremstu rúmd á forsíðuni og á "matarlepunum" í sølubúðunum. Hon ger av myndir og uppseting.
Og síðst men ikki minst: Hon ger av, hvat ikki verður tikið upp. Hvat ikki verður spurt. Og hvat skal niðurraðfestast. Hetta er oftast tað mest avgerandi.
Nøkur væl vald dømi
Eg kundi nevnt óteljandi dømir um, hvussu Sosialurin á henda hátt rekur politiskt propagandavirksemi, og hvussu blaðleiðslan gongur beinleiðis undan. Skal tó royna at avmarka meg til nøkur fá lýsandi dømir:
1.Tá ið Tjóðveldisflokkurin sat í landsstýrinum saman við Fólkaflokkinum, hevði sjálvur blaðstjórin á Sosialinum mangan samrøður við tásitandi løgmann, Anfinn Kallsberg. Hann skrivar nærum altíð spurningar og svar í sínum samrøðum, og spurningarnir ljóðaðu tildømis nakað soleiðis (eftir minninum): "Júmen, tá ið vit vita, at Tjóðveldisflokkurin er so víðgongdur og trupul at samstarva við, hevði tað so ikki verið betur, at løgmaður sjálvur tók stig til at fáa pragmatiskar loysnir saman við øðrum flokkum?" Hetta var altso sjálvur blaðstjórin, ið setti slíkar spurningar.
2.Tá ið Tjóðveldisflokkurin sat í landsstýrinum vóru dagliga søgur á forsíðuni um, hvussu nógv rok og ósemja var í samgonguni. Hesar seinastu vikurnar er ein landsstýrismaður (Jógvan við Keldu) vorðin hartaður nakað so øgiligt av sínum egnu, men nú er ongin forsíða ella yvirskrivt um rok ella ósemjur í samgonguni.
3. Tá ið ósemjur hava verið í Tjóðveldisflokkinum, hevur Sosialurin havt forsíðu eftir forsíðu, har hetta verður sett so kvast upp sum gjørligt. Tá ið javnaðartinglimir á tingsins røðarapalli skíra hvør annan bæði eitt og annað - tildømis í málinum um rundstykkini. Tá einstakir javnaðartingmenn kalla skattalættan hjá samgonguni djúpt asosialan og skomm (Dan R. Petersen, tá ið hann var inni sum eykamaður). Tá ið Sverri Midjord segði seg vera hart ímóti skúlagallskapinum í Suðuroy. Tá er ikki ein grein. Ongin yvirskrivt. Ikki eitt kis í Sosialinum ella á Portalinum um rok ella ósemjur í Javnaðarflokkinum.
4.Hevði tað verið í Tjóðveldisflokkinum, at tveir landsstýrismenn alment vóru so ósamdir sum eitt nú Jógvan við Keldu og Jógvan á Lakjuni hava verið um Rapa-hjúnini í Vestmanna, so kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu Sosialurin og Portalurin høvdu sett málið upp. Tá hevði bæði samgonga og Tjóðveldisflokkurin helst verið "í opnum stríði" ella "í tvíningum". Men fólkaflokkurin sleppur eisini undan ein og hvørjari kritiskari viðgerð í Sosialinum, tí javnaðarflokkurin hevur brúk fyri at halda fólkaflokkin afturat sær.
5.Tá ið undanfarna samgonga sat, vóru óteljandi forsíðir og greinar í Sosialinum um støðuna hjá eldri og óhjálpnum. Nú hevur javnaðarflokkurin í landsstýrinum ábyrgdina av almannaøkinum, meðan skattalætti verður givin til tey ríkastu. Rækjuflotin fær studning. Og tey eldru og óhjálpnu skulu ikki hava dagtilhald ella døgurða, hóast tað kostar minni enn studningurin til eitt rækjuskip um árið. Og hvat skrivar Sosialurin á forsíðuni: "Tað er vandamikið at taka sól". Og: "Hans Pauli Strøm góðtekur ikki sparingarnar". Tað vil siga, at Hans Pauli Strøm, sum hevur ábyrgdina av økinum, sleppur at leggja hana frá sær á forsíðuni í Sosialinum.
Hvat hevði Sosialurin skrivað um javnaðarflokkurin var í andstøðu nú?
Eg orki als ikki at hugsa um, hvussu Sosialurin á forsíðu (og á baksíðu við tekningum) hevði valt at lýsa tey mongu stríðini, brølararnar og asosialu tiltøkini, sum eru hend bara seinastu vikurnar hjá sitandi landsstýri, um javnaðarflokkurin var í andstøðu. Men tað kann ein og hvør ímynda sær.
Jú, eg skuldi verið meiri nágreiniligur í mínum atfinningum mótvegis føroysku fjølmiðlunum - og tað er altso fyrst og fremst her, at hundurin liggur grivin eftir mínum tykki: Í vantandi raðfestingini og møguleikunum, vit hava givið okkara almennu loftmiðlum - og at eitt propagandablað sum Sosialurin m.a. við almennum pengum hevur vunnið sær eina skeiva støðu sum tíðindamiðil hjá Portalinum, og verður endurgivin og roknaður sum óheft tíðindi.
E.S. Eg skal eisini umbera Georg L. Petersen og Dimmalætting fyri, at eg skírdi Sosialin landsins størsta blað. Hetta vóru tíðindi, eg hevði sæð á Portalinum og sum eg tíverri tók fyri fult. Sum eg skilji, er tað sera ivasamt, hvørt tey eru røtt.
E.E.S. Annars haldi eg, at Dimmalætting skal seta navn undir oddagreinar og gevast at prenta dulnevnd lesarabrøv.