Ikki landsstýrinum men Starvsmannafelagnum fyri at takka

Javnaðarflokkurin fegnast um at landsstýrið hevur sett uppskot fram um at taka av karensdagalógina, og fer sjálvandi at taka undir við hesi ætlan um at rudda burtur hesa illa dámdu lóg, sum mangan hesi 7 árini, hon hevur verið í gildið, hevur forpestað tilveruna hjá starvsfólki og familjum teirra.

Karensdagalógin kom jú fram sum eitt av teim nógvu harðrendu tiltøkunum við sparingum og skerjingum frá heystinum 92 og fram, tá Føroyar fóru á húsagang, og tað var surrað og repað fyri at ikki alt skuldi skola omanav og samfelagið fara til botns.

Onnur herskin inntriv tá á sama bógvi, sum eisini raktu løntakarar meint, vóru víðgongdir lønarniðurskurðir, stytting av frítiðini, niðurskurður í frítíðarlønini o. a. Alt hetta er vunnið aftur, uttan karensdalógin, ella heldur sagt sum rætturin til løn undir sjúku longu frá fyrsta degi.


Mæltu til, at tey tímaløntu fingu somu rættindi

Ikki tí, fleiri royndir eru gjørdar, longu í 95, tá tað spakuliga varð farið at ganga rættan veg aftur, og aftur í 96, og eisini aftur fyri knappum ári síðani í okt. 98.

Men nú skal tað so verða. Og mótvegis royndunum, sum áður eru gjørdar, so fer neyvan at verða trupulleiki hesaferð at fáa uppskotið samtykt. Tí nú er tað landsstýrið sjálvt sum setir uppskotið fram, og eg gangi sjálvandi út frá at tað er við vælsignilsi frá allari samgonguni. Tað er nú eitt sindur løgið, tí fyri knappum árið síðani var støðan ein heilt onnur, tá sama uppskot var sett fram. Men sjálvandi. Tað var tá sett fram av andstøðuni, Miðflokkurin legði tað fram í løgtinginum og andstøðuumboðini í Trivnaðarnevndini, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, mæltu til at samtykkja uppskotið. Og vit mæltu til at samtykkja tað saman við hinum uppskotinum, sum náttúrliga fylgdi við, nevnliga um at broyta dagpengalógina, so eisini tímalønt fingu somu rættindir sum fastlønt.


Teir, sum vóru

ímóti eru nú fyri?

Tó, tað var ikki frítt fyri at onkur av samgonguumboðunum høvdu besta hugin til at taka undir við uppskotunum báðum, so tey vóru samtykt og komu ígøgnum. Tað skal sigast til teirra rós, at teir í byrjanini vóru positivir yvir hesum uppskotum sum sjálvsøgd rættindi hjá løntakarunum. Men so hendi tað, sum vit minnast, at sjálvur løgmaður reistist úr sínum sæti, og tók í oyruni á hesum ólátaðu samgongudrongjum og flongdi teir upp á pláss, bæði í tingsalinum, í fjølmiðlinum og óivað aðrastaðni við. At her skuldi ongin slingur verða í valsinum, tað sum skuldi samtykkjast var tað sum landsstýrið kom við, og tað sum andstøðan kom við skuldu samgongutingmenn ikki taka undir við, tað skuldi fellast, ikki at tala um hvis tað kostaði eina einastu krónu. So hart setti okkara góði løgmaður tingini upp tá!

Og samgongumeirilutin aktaði boðini, sami samgongumeiriluti vit hava ídag, hann mælti so frá at samtykkja uppskotið um avtaka karensdagarnar, við teirri grundgeving, soleiðis orðað, at ?meirilutin metir tað verða ov kostnaðamikið at taka av karensdagaskipanina?. Hetta meirilutaálitið var ikki sørt áhugavert, tí meirilutin mælti í veruleikanum landsstýrismanninum til at skerpa, at herða tað forholdsvís liberalu umsitingina av lógini á flestu almennu arbeiðsplássum, so at landsstýrismaðurin ístaðin fyri bert at spara tær mettu 5 miljónirnar av karensdagaskipanini kundi spara heilt upp í 12 miljónir.

Sum ein av samgongtinglimunum so ramliga málbar seg: ?Vit hava ikki ráð at siga farvæl til 10-15 milónir nú vit hava sett kós móti fullveldinum.? Nú veit eg so ikki um teir hava snarað á kósini. Í hvussu er er nú vent í holuni, tí roknast má við, at sami samgongumeiriluti, sum feldi uppskotið í fjør, nú tekur undir við landsstýrinum og samtykkir uppskotið. Tað er at fegnast um.


Tørvurin størri

týdning hjá tímaløntum

Eg trúgvi nú ikki at tað er av berum gávumildni, at landsstýrið er komið við hesum uppskotið. Vit vita at orsøkin er ein heilt onnur, sum eisini skilst av viðmerkingunum, nevnliga tann at uppskotið er ein beinleiðis fylgja av tí sigri, sum Starvsmannafelagið vann á landsstýrinum í tí drúgva og harða fakliga stríðnum, sum stóð millum partarnar upp undir og undir verkfallinum í vár - eitt stríð sum Starvsmannafelagið vann, tí teirra krøv vóru rættvís men eisini av tí ótrúliga vælskipaða og virkna leikluti sum allir limir og nevnd teirra sýndu í stríðnum - og sum onnur eisini eiga at fegnast um, tí hetta felag undir øgiligum trýsti legði rygg til at vinna nøkur rættindi, sum síðani komu og framvegis fara at koma allari fakrørsluni til góðar. Eg hugsi ikki minst um, at hetta lógaruppskotið, sum Starvsmannafelagið hevur vunnið ígjøgnum, nú verður fylgt av øðrum uppskoti, sum aðrir løntakarar enn tey fastløntu fáa gleðina av, nevnliga tey tímaløntu, har - sum ein av fakfelagsleiðarunum hevur sagt - tørvurin á hesum rættindum kanska hevur uppaftur størri týdning enn hjá teim fastløntu.


Ikki lagt fram av frøi

Lesir man viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum til uppskotið, benda tær ikki á, at uppskotið er lagt fram við serligari frøi ella eldhuga. So fáorðaðar og innihaldsleysar viðmerkingarnar eru, gera tær mest sum týðiliga greitt, at í veruleikanum hevur landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum ongan veruligan áhuga í málinum - hann leggur uppskotið fram tí hann er tvingaður til tað av eini avtalu, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum noyddist at gera við Starvsmannafelagið í vár.

Tað er skuffandi, at landsstýrismaðurin onga aðra grund kann síggja til taka karensdagarnar av, enn at hann er tvingaður til tað av handlingum hjá øðrum landsstýrismanni. Tað komu eisini nógvir upplýsingar fram undir viðgerðini av sama málinum bæði í Løgtinginum og í Trivnaðarnevndini í fjør, sum áttu at verið tiknir við í viðmerkingarnar nú, m.a. um hvussu ymiskt lógin verður praktiserað og hvussu nógvan ójavnað hon tí eisini førir við sær. Men fyrst og fremst átti í viðmerkingunum at verið tey positivu argumentini fyri at taka lógina av. Tí annars kann man hava sín iva um ta veruliga politisku undirtøkuna til uppskotið í samgonguni.

At enda vil eg siga, at eg undraðist stórliga táið hetta uppskotið um karensdagar kom einsamalt niðan í tingið - at ikki eisini uppskotið um broytingar í dagpengalógini, sum javnstillar tímalønt við tey fastløntu, kom samstundis frá landsstýrismanninum í Almanna- og heilsumálum. Tað ber jú illa til at hugsa sær tað at landsstýrið bara er landsstýri fyri aðra helvtina av arbeiðsmarknaðinum, teim fastløntu, og ikki fyri øllum arbeiðsmarknaðinum, tvs. eisini teim tímaløntu. Men har er so onki komið, og tí skal eg gera vart við, at Javnaðarflokkurin hevur, saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, gjørt hetta lógaruppskotið um at veita tímaløntum sjúkadagpening frá 1. degi, og borið løgtingsskrivstovuni tað, so at tað verður framlagt fyrsta dagin. Og sjálvsagt vænta vit at hetta forsømilsi frá landsstýrinum ikki merkir, at samgongan ikki verður líka so positiv yvirfyri tí uppskotinum, sum fyri hesum.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarløgtingsmaður