Valfelagið í Eysturoy hevur ikki hildið fund um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, og tí vil Jóhan Petersen bert gera persónligar viðmerkingar til málið.
Jóhan Petersen vísir til viðmerking frá Høgna Hoydal um sama mál, har hann segði, at einki nýtt var í sjálvstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, samstundis sum hann løtu seinni segði, at tað var ógvuliga líkt fullveldisuppskotinum.
?Sambandsflokkurin stendur fyri at varðveita ríkisfelagskapin, og heimastýrislógin er nóg rúmlig til at vit kunnu fremja broytingar innan hesar karmar, sigur Jóhan Petersen.
Hann heldur ikki nakað nýtt er í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, annað enn at tað byggir á møguleikan at fremja yvirtøkur, men tað ber eisini til í dag.
? So er spurningurin, hvat yvirtøka inniber. Um so er at tað tænir Føroyum, so er Sambandsflokkurin fyri, men um tað bert skal yvirtakast fyri at yvirtaka, eitt nú grundað á minnilutakenslur, so er Sambandsflokkurin ikki við, sigur Jóhan Petersen.
Ov kensluborið mál
Hann heldur at fullveldismálið er so kensluborið, og tað er eisini ein spurningur, um tað ber til at byggja nakað haldgott upp á kenslur.
?Í okkara stevnuskrá stendur at tað er gagnligast at vera í ríkisfelagsskapinum. Vit vilja arbeiða fram ímóti at gerast meira sjálvbjargin og til tess eru møguleikarnir størri innan ríkisfelagsskapin.
Loysingarflokkarnir mistaka seg
? Sum er í dag, hava vit tað sjálvstýri sum vit ynskja, innan karmarnar í heimastýrislógini. Tað, sum Sambandsflokkurin ynskir, er ein dagføring av heimastýrislógini. í rákið ímóti størri samvinnu millum londini, og í Danmark verður hildið at landið er ov lítið til at standa einsamalt.
? Um sjálvstýrisflokkarnir trúgva, at tað fer at ganga betri um vit fáa fullveldi, sum merkir loysing, so fara teir skeivir, sigur Jóhan Petersen,