- Tað er ikki lætt, tá ein tú kennir er rúsevnismisnýtari, staðfestir fráhaldsfelagsskapurin.
Fyri tey er líkamikið um talan er um foreldur, systkin, børn ella onnur, sum tú kennir: Misnýtslan rakar í øllum førum tann avvarðandi sera hart.
- Tað ringasta er helst tað, at tann avvarðandi ongan hevur at tosa við, og ongan sum skilir støðuna!
Tí er Blákrossheimið farið undir at skipa fyri skeiðum fyri tey avvarandi, soleiðis at hesi eisini kunnu fáa neyðugu hjálpina.
Hetta komandi skeiðið byrjar mánadagin og heldur fram til mikudagin í næstu viku.
Royndir og trupulleikar
Á skeiðinum greiða ymisk fólk frá teirra lívi sum avvarðandi hjá misnýtarum. Ráðgevar og sálarfrøðingar og onnur fara somuleiðis at halda fyrilestrar um sera viðkomandi evnir.
- Hesi hava drúgvar royndir við at vegleiða og ráðgeva avvarðandi í teirra truplu støðu, sigur Blái Krossur.
Umframt hetta verða bólkasamrøður, har luttakararnir sita saman í bólki við fólkum, sum hava verið í somu støðu sum tey sjálvi.
Hetta er eitt sera gott forum, har alt er loyvt at siga, og øll skilja tað, sum verður sagt.
Skeiðið er fyri øll, sum eru avvarðandi hjá misnýtarum á ein ella annan hátt.