Ikki løgfrøði men politikkur

Atfinningarnar til úrslit og niðurstøður frá Leynarfundinum hava ikki trotið. Sum uttanfyristanandi kann ein undrast á, at ábyrgdarfullir politikkarar og eygleiðarar kunnu hava so grundleggjandi ymiskar fatanir av tí, sum er hent í Leynum. Løgmaður og grønlendski starvsbróðir hansara meta fudnin sum eitt veruligt frambrot á eitt nú marknaðarøkinum og í spurninginum um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráðharrastovninum.

Orðavalið er óvanliga hvast, og úrslitið av leynarfundinum verður nevnt bluff og tað sum verri er.
Hetta er sera ørkymlandi hjá almenninginum, og hetta avdúkar enn einaferð ta gjógv, sum er millum samgongu og andstøðu her á landi. Um hetta framhaldandi verður tónin, so er lítið útlit fyri tí samstarvi millum samgongu og andstøðu, sum er ein fortreyt fyri, at okkara skipanir kunnu gerast haldgóðar og varandi.

Hvat er hetta fyri nakað? Hvussu kunnu metingarnar vera so ymiskar? Standa samgonga og andstøða veruliga so langt frá hvørjum øðrum, og kann Fólkaflokkurin liva við leynafundinum, um nakað veruliga er um atfinningarnar móti úrslitinum av hesum fundi. Svarið tykist at hava nakað at gera við skilnaðin ella munin á løgfrøði og politikki og í tí, sum samfelagsfrøðingur er inni á í viðmerking her í blaðnum í gjár. Eitt er hvat ikki sampakkar við løgfrøðiligar greinir  annað er hvat ið politiskur vilji er til og hvat tískil er politiskt møguligt. Hesin spurninguri er eitt afturvendandi fyribrigdi í viðurskiftum millum lond.

Tað finnast felagsskapir, sum bert eru fyri suverenar statir, men sum kortini hava limir, ið umboða einstøk lond í ríkjasambandi ella ríkisfelagskapi. Dømini eru fleiri innan altjóða felagsskapir av politiskum og ítróttarligum slagi. Tað er ein spurningur um, hvat ein leggur dent á. Spurningur um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharrastovninum er meira ein spuringur um politikk enn um løgfrøði. Veruleikin er tann, at hesin spurningur kann verða loystur, um viljin er til staðar í donsku stjórinini, og um tey sjálvstýrandi londini kunnu góðtaka henda leist. Sum er hava vit bert atkvøðurætt í parlamentarisku samkomuni Norðurlandaráðnum. Vit hava ikki atkvøðurætt í ráðharrarðanum og í embætismannanevndunum. Her eru vit bert eygleiðarar. Tað er sjálvsagt, at sjálvstøðugur limaskapur her vildi verið eitt framstig.

Tað ræður tí um at finna tær politsku semjurnar, sum skulu til, og um at fáa staðfest, at politiski viljin til tess er til staðar í hinum norðiurlendsku limalondunum. Hetta er ein uppgáva hjá donsku stjórnini eins væl og hjá politisku leiðslunum í Grønlandi, Álandi og í Føroyum. Tað er bara at fara til verka sum skjótast, so vil tíðin vísa, hvør dugur er í leistinum úr Leynum. Vísir hesin seg at kunna bera, tá til skarpskeringar kemur, so hevur tann, ið hevur skírt alt fyri bluff, ein sera stóran trúvirðistrupulleika. Verður úrslitið ta øvugta hava oddamenninir í teimum trimum tjóðunum í ríksfelagskapinum ein ikki minni trupulleika. Skulu vit meta eftir andanum frá leynafundinum, so bendir alt á, at løgmaður og landstýrisformaðurin liggja stavnin framman fyri andstøðuleiðaran. Restin er ein spurningur um politikk, um politiskan vilja og hegni  ikki um jura. Livst so spyrst.