- Í løtuni er ikki koyrandi um Velbastaðháls. Fleiri bilar standa fastir, so rátt verður frá at koyra har.
Landverk boðar frá, at tað er ei heldur koyrandi til Gjáar, at vegurin til Vestmanna er framvegis stongdur, og at ring líkindi eru á Viðareiðisvegnum.
Annars er hált og krapi um alt landið.
Myndir: Send okkum myndir av kavaveðrinum, har tú ert. Send myndina til kavi@in.fo