Ikki koyrandi fyri gróti á vegnum

Í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at rættiliga nógv grót var lopið á Víkarvegin, tað var við Fossá, ímillum Haldórsvík og Langasand. Løgreglan sigur, at tað var so mikið av gróti á vegnum, at tað var ikki koyrandi.

Landsverk fekk boð um støðuna, so tey fóru at rudda vegin aftur.