Tað hevur verið kavarok í nátt, men tað hevur ikki elvt til teir stóru ferðslutrupulleikarnar. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at í løtuni er ikki koyrandi á fýra plássum, á Oyggjarvegnum, á Gjáarvegnum, til Saksunar og til Syðradals á Streymoynni. Annars er koyrandi allastaðni, men tað er neyðugt at vísa varsemi, sigur hann.
Umframt at tað er nógvur kavi, er tað eisini rættiliga nógvur vindur summastaðni og tessvegna rýkur eisini rættiliga illa. Men einastu trupulleikar, Bjarni Petersen visti um, er at nakrir bilar máttu fáast leysir um Velbastaðháls.
Bjarni Petersen sigur, at nakað av kava er væntandi í dag, men ikki nakað serligt afturímóti tí, sum hevur verið í nátt, so hann væntar, at nú er tað ringasta av á hesum sinni. Í dag er tað serliga í Suðuroy, at tey kunnu vænta sær eitt sindur av kava.








