Herfyri hevði løgreglan í síni samdøgurfrágreiðing, at Fiskiveiðieftirlitið hevði tikið ein útróðrarbát, tí mett varð, at hann hevði sett línu í vinnuligum útróðri ov nær landi.
Hetta er næsta fiskiárið á rað, at vinnulig línuveiða ikki er loyvd heilt í klettin. Ásett er, at bátar skulu royna í einari ávísar fjarstøðu úr landi - alt eftir, hvar teir ætla at seta sínar línur í vinnuligum útróðri.
Herfyri varð ein útróðrarbátur meldaður til løgregluna fyri at royna ov nær landi, men tá eftirlitsfólk hjá Fiskiveiðieftirlitinum komu umborð, segði maðurin, at hann fiskaði til húsbrúks, og tað hevur hann loyvi til sambært skipanini.
Tað, sum Fiskiveiðieftirlitið í slíkum førum kannar, er, hvar báturin hevur roynt á túrunum frammanundan, men í hesum førinum var gps-arin tómur. Einki var hjá eftirlitinum at fara eftir, og tá báturin kom til lands, tók maðurin veiðina við sær til hús.
Portalurin veit at siga, at tað kortini ikki er so knívskorið hjá útróðrarmonnum, sum tað hevur ljóðað. Útróðrarmenn kunnu nevniliga søkja Havstovuna um loyvi at royndarveiða á stongdu leiðunum, og tá túrur er lokin, fær Havstovan avreiðingarseðlarnar.
Tá søkt er um royndarloyvi fyri ein ella fleiri veiðidagar, og Havstovan hevur játtað umsóknini, sendir Havstovan fráboðan um hetta til Fiskiveiðieftirlitið, sum tá einki kann gera við hesar bátarnar.
Portalurin hevur eisini fingið at vitað, at nógvir útróðrarmenn, sum reka vinnuliga línuveiði, hava brúkt henda møguleika í skipanini, og vit hava eisini skilt, at tað er ikki trupult at fáa royndarloyvi frá Havstovuni.