Ikki javnstøða í grønlendskum nevndum

Tað gongst illa hjá grønlendska heimastýrinum at halda málið um javnstøðu millum menn og kvinnur í almennum nevndum. Lógin sigur, at tey bæði kynini skulu vera líka væl umboðað í almennum nevndum og ráðum, men sambært kvinnublaðnum Arnanut vantar nógv í.

Ein kanning hjá blaðnum vísir, at tað er ein kvinna fyri hvørjar fýra menn í teimum almennu nevndunum og ráðunum.

Blaðið hevur tosað við nakrar kvinnur, sum sita í leiðandi størvum, og tær vænta onga broyting, fyrr enn nýggjar kreftir koma í landsstýrið.