Ferjan ?Peter Wessel? kemur ikki til Frederikshavn fyrr enn í morgun. Um trýtíðina seinnapartin í gjár fóru tveir sleipibátar undir at toga ferjuna ?Peter Wessel? til Frederikshavn, eftir at eldur hevði verið í einari eltalvu í maskinrúminum.
Sleipingin hevur tikið longri tíð enn væntað, og harafturat var neyðugt at skifta sleipibátar í nátt. Nú verður roknað við, at ?Peter Wessel? kemur til Frederikshavn millum kl. 8 og 9 okkara tíð.
346 ferðafólk eru við ferjuni. Upprunaliga skuldu tey fara í land í Hirtshals tíðliga gjáramorgunin.