Maðurin sum í gjár varð handtikin í Miðvági fyri at hava hótt fleiri fólk við eini øks á alfaravegi skal ikki møta í grundlógaravhoyring,
Tað upplýsir Martin Gravesen, varafúti, fyri in.fo.
- Hann er ikki í okkara varðhaldi longur, men er fluttur á psykiatriska deild, sigur Martin Gravesen.
Varafútin greiðir frá, at løgreglan enn kannar hvat hendi í gjárkvøldið, og at ákæra helst verður reist seinni. Í fjølmiðlunum hava fleiri vitnir greitt frá hendingini, harímillum hvussu maðurin høgdi øksina í takið á einum bili.
- Vit kanna í løtuni júst hvat hann kann skuldsetast fyri. Tað tykist at hava verið fleiri tilburður av hóttanum og herverki, men enn kenna vit ikki nágreiniliga talið av tilburðum, sigur varafútin.