Ikki hvít jól í ár

Hóast mong ynskja tað, og syngja ella droyma um tað, bendir einki á at tað verður kavi á jólum í ár. Veðurforsøgnirnar frá ymiskum støða vísa, at tað verður nakað av avfalli og vindi av útsynningi og vestri jóladagarnar, og at hitin fer at liggja millum 6 og 9 stig.

Veðurstovan í Noregi ? www.yr.no - sigur, at jólaaftan verður regn, 12 metrar um sekundið av vestri og seks stig.

Jóladag og 2. jóladag verður veðrið nærum eins ? regn, 15 til 17 metrar um sekundið av útsynningi og vestri og hitin millum 7 og 9 stig.

Tá tað fer at nærkast vikuskiftinum verður meiri jólaligt. Fríggjadagin 28. desember verður nevniliga skýggjað 12 metrar um sekundið av útnyrðingi og 2 stig.

Fólk kunnu framvegis droyma um eini hvít jól. Og hvør veit, kanska fáa tey í jólagávu. Veðurmenn hava onkutíð mistikið seg!