Teir báðir danirnir, sum hava verið í Føroyum og fylgt málinum um samkynd, eru ikki hvør sum helst.
Halfdan Muurholm hevur arbeitt í fleiri ár sum journalistur í Suðurafrika, og hevur gjørt dokumentarfilmar og skrivað greinar hagani til danskar og altjóða fjølmiðlar.
Myndamaður hansara á túrinum í Føroyum er Jørgen Palmer, sum er sera høgt í metum í danska fjølmiðlaheiminum. Hann hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri sítt arbeiði.
Jørgen Palmer hevur verið í Føroyum áður, men hetta er fyrsta ferðin at Halfdan Muurholm, sum hevur føroyska konu, er í Føroyum.
– Føroyingar eru eitt sera fryntligt fólk. Full av yvirskot og áhuga. Náttúran er eisini fantastisk, sigur Halfdan Muurholm.
Hann heldur eisini, at eru føroyingar fryntligir og fyrikomandi, so stórur munur á fólki.
– Tað er øgiliga stórur munur á einum ungdómi í Havn, og so einum frá eini lítlari bygd, og sum heild er stórur munur á fólkunum í Føroyum. Í okkara filmi royna vit at leggja okkum eftir, at byggja brýr í millum hesar munir, sigur Halfdan Muurholm, sum fegin vil takka teimum, sum hava luttikið í filminum. Serliga teimum teimum samkyndu og familjum teirra, sum hava víst teimum stórt álit og dirvi at siga teirra søgu.