Soleiðis sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, nú karmurin til fíggjarlógina skal gerast, og samgonguflokkarnir tykjast verða ógvuliga ósamdir á máli um, hvussu hallið á fíggjarlógina skal avtakast. Fíggjarlógarkarmurin skal verða liðugur innan leingi, og flokkarnir stríðast í hesum døgum við at finna semjur um hvussu hallið á fíggjarlógini skal minka.
Javnaðarflokkurin sigur seg vil økja um inntøkurnar við eitt nú at hækka skattin, meðan Fólkaflokkurin undir ongum umstøðum vil góðtaka, at skattatrýstið hækkar, og leggur tí upp til, at almennu útreiðslurnar ístaðin minka.
Fólkaflokkurin hevur gjørt egið uppskot til fíggjarlógarkarmin, og tað kann ikki sigast at verða í samsvar við uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum.
-Fólkaflokkurin kann undir ongum umstøðum góðtaka, at skatturin hækkar, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum við Rás2.
Sostatt er greitt, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru grundleggjandi ósamdir um, hvussu hallið á fíggjarlógini skal avtakast.
Jørgen Niclasen vísir á, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin altíð hava verið langt frá hvørjum øðrum, men kortini hava megnað at finna semjur. Men um hetta ber á mál hesaferð er Jørgen Niclasen ivasamur um.
-Eg vóni tað besta, men tað er ikki óhugsandi, at nýval verður útskrivað áðrenn 1. Apríl, sigur hann.
Jørgen Niclasen er ivasamur um hvørt hinir flokkarnir eru sinnaðir at finna eina semju, men kortini vónar hann tað besta.
-Eg vóni teir vilja finna eina semju, men eg havi ikki nógv at hava tað í beint nú, sigur Jørgen Niclasen við Rás2.
Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur eisini, at teir komandi dagarnir skulu vísa, hvørt samgongan hevur talt sínar seinastu dagar, ella um semja enn kann finnast millum flokkarnar.