Ikki hongja ósemjur í Føroyum út á snór í Danmark

Føroyar hava tørv á einari skilagóðari og sakligari rødd á Fólkatingi, einari rødd, ið vil umboða Føroyar í øllum lutum. Hesa røddina finnur tú í Javnaðarflokkinum !

Føroyar hava tørv á einari skilagóðari og sakligari rødd á Fólkatingi, einari rødd, ið vil umboða Føroyar í øllum lutum. Hesa røddina finnur tú í Javnaðarflokkinum !

 

Nú vit skulu velja tvey umboð á  Fólkating , eru summi byrja at marknaðarføra seg við, at tey eru garantar fyri, at vit fáa eina tjóðskaparliga rødd á Fólkating, sjálvandi, um vit velja júst tey. Onnur siga, vel okkum og tú fær eina sambandsrødd á Fólkating.

 

Haldi vit, uttan at blunka, kunnu staðfesta, at umboð Javnaðarfloksins á Fólkatingi hevur verið ein virðilig og virkin  rødd á fólkatingi í, nú farna, valskeiðið. Ein rødd, ið hevur umboða Føroyar til fulnar.

 

Javnaðarflokkurin hevur, og ferð framhaldandi, um vit fáa umboð valt, at umboða allar føroyingar á Fólkatingi, ikki bert sjálvstýrisrørðsluna ella bert sambandsvongin, men allar føroyingar.

 

Javnaðarflokkurin ferð ikki á Fólkating sum ein sambandsrødd ei heildur sum ein sjálvsstýrisrødd, men sum ein føroysk rødd.

 

Vit stilla upp, við tí lyfti, at avgerðir tiknar í Føroyum, á løgtingi, skulu virðast. Tað er okkara demokratiskt valda løgting, ið tekur avgerðirnar, hesar avgerðir fara vit ikki niður á Fólkating at atkvøða ímóti.

 

Vit ynskja ikki at draga ósemjur í Føroyum niður á Fólkating. Vit eru ikki samd við teimum, ið kalla tað fyri hugsjónarloysi, um man ikki vil draga ósemjur heima í Føroyum, til dømis um loysing ella samband, niður á Fólkating.

 

Hvussu vit skulu skipa okkum í Føroyum, í framtíðini, er tað bert vit ið avgera og tí skal tann spurningurin avgerast her heima.

 

Vit viðurkenna, at vit eru í einum ríkisfelagsskapi og tí meta vit, at tað er rætt at arbeiða fyri, øktum samstarvi innan mentunnar-, vinnulív og onnur øki í ríkinum, Norðanlondum og um allan heim.

 

Vit vilja fremja samstarv og samvinnu við øll, ið ynskja samstarv við okkum sum tjóð. Okkara hugsjón er samstarv í felagsskapinum, so longi sum vit eru partur av honum, og ikki avnoktan av veruleikanum. Vit ynskja at opna allar dyr út í heim fyri okkara land.

 

 

Tí vil eitt føroyskt Javnaðarumboð á fólkatingi vera besta og mest skilagóða loysnin.

 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin