Ikki hjartasorg – maskinskaða

Ólavur Thune fekk fyri nøkrum árum síðani staðfest hjartasjúku, somu sjúku, sum tvær systrar hansara eru deyðar av. Í løtuni bíðar Ólavur eftir nýggjum hjarta, hansara egna er skift út við eina pumpu, Heartmate 2. Hesum greiddi hann frá í fyrilestri í Eydnuni á Oyrabakka í gjárkvøldið

- Pumpan heldur lívið í mær!

So bersøgin og erligur er Ólavur Thune út Streymnesi, tá hann greiðir frá um hjartasjúkuna, sum hevur kostað tveimum av systrum hansara lívið.

Synnøva var tann fyrsta, sum fekk staðfest sjúkuna, men hetta var lutfalsliga seint, og ikki fyrr enn um 14-15 árs aldurin bleiv hon viðgjørd við heilivági. Men tá vísti tað seg at vera ov seint. Sama dagin hon var til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum fekk hon hjartastopp, og hóast tað var ætlanin, at hon skuldi fáa innopererað serligu hjartapumpuna, nevnd Heartmate 1, so var kroppurin snøgt sagt ov veikur til hetta inntrivið, og Synnøva doyði.

Eisini hin systurin, Maud, fekk staðfest hjartasjúku, og tað var meðan Ólavur var niðri í Danmark við henni til kanningar, at ein av læknunum spurdi, um teir ikki skuldu kanna Ólav eisini. Hesum játtaði hann, og tað vísti seg, at boðini frá donsku læknunum vóru ikki eins positiv, sum tey høvdu verið á Landssjúkrahúsinum, har hann hevði fingið at vita, at alt sá gott út.

Hóast ætlað og vónað var, at Ólavur skuldi koma í skjóta medisinska viðgerð, gingu heilir átta mánaðir, áðrenn hetta gjørdist veruleiki. Hann toldi eisini illa heilivágin at byrja við, men var kortini so frægur, at hannn kundi giftast Jonu úr Runavík og tey bæði kundu fara á brúdleypsferð.

Frammman undan hesum hevði hann ongantíð kent sær nakað mein sum so. Hann starvaðist á IRF í Leirvík, men merkti tó, at hann vísti seg at orka verri enn menn, sum vóru væl eldri enn hann sjálvur. Ikki fyrr enn hesi boðini frá læknunum í 2004 skilti hann rættiliga hví.

 

Slapp ikki heim

Støðan versnaði skjótt, og tá hann var niðri til kanningar í 2005 fekk hann tey boð frá læknunum, at hannn mátti verða verandi í Danmark, meðan hann bíðaði eftir nýggjum hjarta.

Hetta var ein tung tíð, men kortini við einum ljóspunkti, sum gjørdi alt vert at stríðast fyri. Ólavur og Jona fingu sítt fyrsta barn um hetta mundi, og Ólavur var so mikið frægur, at hann kundi verða við til føðíngina.

- Dótturin, Ida, er eitt rættiligt lívsstykki, og spreiður stóra lívsgleði rundan um seg, segði Ólavur Thune.

Á sumri 2006 vóru tey øll í Føroyum og ferðaðust, og tað tók hart upp á Ólav. Niður aftur komin til Danmarkar orkaði hann so at siga einki, og tá tóku læknarnir so avgerð um at skera eina pumpu inn í bróstið á Ólavi Thune, eina sonevnda Heartmate 2 pumpu.

- Tá mann er so illa fyri, at mann fær bjóðað eina slíka pumpu, hevur mann í mesta lagi ein mánað eftir at liva í. Og fyri at kvalifisera seg til hetta tólið, skal hjartað bert pumpa 10-12% av tí tað eigur, greiddi Ólavur Thune frá.

So fyri einum ári síðani fekk hann sett hetta tólið í, sum hann sjálvur sigur eigur lívið í honum í dag. Og hetta hendi ein merkisdag.

- Fyri mong er 11. september ein óeydnisdagur, ein dagur, sum merkir nakað ógvuliga ringt. Men fyri meg og míni er hetta ein gleðisdagur, tí tað var júst hendan dagin, eg fekk innopererað Heartmate 2-pumpuna, segði Ólavur Thune í fyrilestri sínum á Oyrabakka í gjárkvøldið.

 

Orkar nú

Um pumpuna sjálva er at siga, at hon í mangar mátar líkist so mongum øðrum pumpum. Hon er mest sum ljóðleys, men hon merkist kortini. Mett verður, at ein slík pumpa hevur eina livitíð upp á millum tvey og tíggju ár.

- Tað longsta nakar hevur gingið við einari slíkari pumpu, er hálvttriðja ár. Talan er um ein amerikanara, men eg dugi ikki at siga, hvør ætlanin hjá honum er, sigur Ólavur og sipar til, at roknað verður við, at hjørtu verða skift út í mesta lagi fimm til tíggju ár aftrat.

Tað er nevniliga ein Heartmate 3 á veg, og tá henda er fult ment, verður ikki neyðugt við battaríum og slangum út gjøgnum síðuna. Við Heartmate 2 má Ólavur bera 2,6 kilo av battaríum og øðrum tilfari uppi á sær alla tíðina, hann er vakin. Um náttina er hann koplaður til eina sonevnda PBU-støð.

Annars krevur tað nakað at venja seg til. Ólavur má til dømis ongantíð vera meiri enn fimm minuttir frá eyka battaríunum, og hesi skulu skiftast fjórða hvønn tíma. Kortini hálovar hann hesum tólinum, sum hann takkar fyri, at hann framvegis er á lívi.

- Heartmate 2 ger, at eg havi fingið matarlystin aftur, at eg fái verið um familjuna, at eg havi møguleikar at ferðast aftur, og at eg eri betri fyri sum heild, segði Ólavur Thune.

Hann segði víðari, at hann nú hevur fingið mong av sínum ynskjum uppfylt, og at hann nú kann gera nógv av slíkum, sum hann ikki orkaði áður.

 

Møtimikið at tváa sær

Tey, sum hava fingið Heartmate 2 pumpuna innopererað, sleppa vanliga ikki so langt burtur frá Ríkissjúkrahúsinum, og tá als ikki út úr Danmark. Men kortini er Ólavur Thune í Føroyum í hesum døgum. Og tað kemst uttan iva av, at læknarnir hava sæð, hvussu væl tað hevur gingið hjá honum síðani hann fekk tólið.

Men tað er framvegis ein tungur burður at fara at ferðast sum støðan er.

- Ùtgerðin er umfatandi. Eg havi eitt kuffert – og tað er faktiskt reytt, men tað er púra tilvildarligt, tí tað var dótturin, sum valdi tað. Men útgerðin vigar 41 kilo tilsamans, so tað er um at passa tað til, tá mann skal við flogfari, greiddi Ólavur Thune frá.

Annars er tað ein størri operatión hjá honum at fara undir brúsuna. Neyðugt er at dekka streymleiðingina til við einum baðiplástri, og battaríini mugu somuleiðis verjast móti vatninum í einari baðitasku. Og annnars er sjálvandi neyðugt at ansa væl eftir. Ein slík fyritøka tekur honum áleið ein tíma, nakað sum vanliga tekur fólki millum fimm og fimtan minuttir.

Men sambært Ólavi sjálvum, hava hann og konan, Jona, lagað seg ógvuliga væl til tær treytir, sum tey bara mugu finna seg í at liva undir. Hann ivast eitt sindur í, hvat rættast er at gera, men hann hevur sjálvur ongantíð merkt nakað sum helst til nakrar trupulleikar við hjartapumpuni.

- Ein vanligur trupulleiki er, at bruni kemur í sárið, har sum streymleiðingin kemur út gjøgnum síðuna. Men persónliga havi eg ongantíð havt trupulleikar av hesum ella nøkrum øðrum í sambandi við Heartmate 2, segði Ólavur Thune.

Heldur ikki, tá tað snýr seg um tað sálarliga, hevur Ólavur havt trupulleikar, men tað er ógvuliga vanligt millum sjúklingar við hesi innbygdu hjartapumpuni.

 

Glaður fyri lívið

Ólavur Thune er fegin um møguleikan fyri at sleppa til Føroya at greiða frá fyri fólki, at vón er fyri framman hjá teimum , sum stríðast við hjartasjúkur. Í tí sambandi hevur verið arbeitt við at útvega stuðlar so tað bar til hjá lítlu familjuni at koma hendanvegin.

Og Ólavur er glaður fyri hjartatólið og fyri lívið.

- Vit mugu bara taka lívið sum tað kemur. Vit hava lagt alt í Harrans hendur, vit eru bæði trúgvandi, segði Ólavur Thune í fyrilestrinum í Eydnuni á Oyrabakka í gjárkvøldið.

Hann er fyrsti føroyingurin, sum hevur fingið hesa hjartapumpuna, og hann er fegin um at kunna koma heim at siga frá lívið sínum við kunstigum hjarta.

Ólavur er ikki bara glaður fyri lívið, hann hevur eisini eina smittandi lívsgleði. So hann tók tað í góðum lag, tá hann varð spurdur, um mann kundi fáa hjartasorg, tá mann í grundini einki hjarta hevði.

- Nei, eg fái ikki hjartasorg, eg fái maskinskaða, var skemtiliga svarið frá Ólavi Thune.

Nógv fólk var møtt til hendan fyrilesturin, og áhugin fyri at spyrja var rættiliga stórur, og millum annað kundi Ólavur greiða frá, at hann hvørki hevði puls ella blóðtrýst. Somuleiðis segði hann, at nú hann fer niður aftur, skal hann kannast, og tá verður helst skipað so fyri, at pumpan verður innstillað til at arbeiða í takt við kroppin. Tað vil siga meiri kropsligt arbeiði Ólavur ger, harðari arbeiðir pumpan.

Tað var eitt óvanligt kvøld við einum óvanligum manni í Eydnuni á Oyrabakka í gjárkvøldið. Ein maður og familja hansara, sum hava gjørt av at fáa tað besta burtur úr lívinum, meðan hann bíðar eftir einum nýggjum hjarta.