Ikki heilt samdur við Høgna: Vit liva í dreymaverð

Fólkaflokkurin hevur einki ímóti at taka við fullveldinum, og samstundis laga samfelagsbúskapin soleiðis, at samsvar er ímillum. Men tað verður við ógvuliga stórum inntrivum á skatta- og lønarøkinum og so framvegis, staðfestir Bjarni Djurholm

Høgni Hoydal sigur í samrøðu á síðu 3 í dag, at farið verður eftir eini avtalu um fullveldi, ikki víðkaðum sjálvstýri.

Bæði Óli Breckmann og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum hava nýtt máliskuna, at samráðingarnar kunnu geva sum úrslit fullveldi ella okkurt, ið líkist.

Bjarni Djurholm heldur tað vera nakað tíðliga at siga heilt greitt enn, hvat samráðingarúrslitið verður, tá vit spurdu hann um viðmerking til orðini hjá Høgna Hoydal.

- Hatta havi ikki so nógv at siga til, men ein kann ikki úttala seg um viðurskiftini, áður enn ein veit, hvat kemur á borðið. Men ætlar ein at hava danir at gjalda í Føroyum, so fáa vit ikki fullveldi. Fólkaflokkurin hevur einki ímóti at taka við fullveldinum, og samstundis laga samfelagsbúskapin soleiðis, at samsvar er ímillum. Men tað verður við ógvuliga stórum inntrivum á skatta- og lønarøkinum og so framvegis, staðfestir Bjarni Djurholm.

- Spurningur er, um fólk vilja tað. Ein kann ikki koma aftur við nøkrum, ið bert Fólkaflokkurin vil og eingin annar, sigur Bjarni Djurholm.


Ikki bilsin

Bjarni Djurholm heldur, at fráboðanirnar frá donskum politikarum um, at skiftistíðin neyvan verður so long, sum føroyskir politikarar hava ynskt sær, ikki kann gera nakran bilsnan.

- Danir hava sagt ferð eftir ferð, at økt sjálvstýri merkir minni ríkisveiting. Nú er hetta útgreinað og ár eru sett á. Hetta ger ikki meg bilsnan, sigur Bjarni Djurholm, men trupulleikin er, at vit liva í eini dreymaverð, sum at haldast skal fram við donskum ískoyti og føroyskari ábyrgd, men so væl leikar klaverið ikki, sigur Bjarni Djurholm.

- Hvat vit fáa burturúr við samráðingarborðið er ein annar spurningur, men vit í Fólkaflokkinum eru ikki bilsin av donsku fráboðanunum. Nú hava vit nakað at halda okkum til, sigur Bjarni Djurholm, ið leggur afturat, at ein eigur at vænta tað ringasta, men vóna tað besta.