Hondbóltur
Einki er at ivas tí, at vónirnar hjá Neistanum fyri FM-heitinum í manshondbólti eru nær knýttar at Heina Hanusarson, sum um jóltíðir setti kósina heim móti Føroyum.
Tí kendist tað eisini sum dyggur smeitur, tá hvørki hann ella Dragisa Stojovic kundu vera við móti VÍF herfyri, og úrslitið ta ferðina endurspeglaði eisini týdningin, sum teir báðir hava fyri liðið.
Fekk ikki skotið
Ætlandi skuldi Heini heldur ikki vera við á liðnum sunnudagin, men tá liðini fóru á vøllin, var tað kortini hann, sum heilsaði liðskiparanum hjá strandingum.
Men hóast hetta, og hóast hann við góððum verjuspælið og fimm málum átti sín stóra lut í Neista-sigrinum, so viðgekk Heini sjálvur, at hann var ikki 100% til reiðar at spæla dyst.
- Eg royndi at venja hóskvøldið, og tá sá eg meg als ikki føran fyri at spæla. Bara eg royndi at avlevera, setti pínan til í arminum, men í dag var so nakað frægari.
- Eg fekk eisini eina termo-bandagju frá Siri her í morgun, men tað var framvegis soleiðis, at eg fekk ikki skotið ígjøgnum. Skotini hjá mær vóru iki stórt meira enn nakrar vanligar avleveringar.
Hvussu var og ikki, so var hetta tó eisini nóg mikið til at basa strandingum. Spurningurin er so, hvussu skjótt skaðin fer at batna, og hvussu nær Heini verður teimum 100%, tá Neistin komandi vikuskiftið skal takast við KÍF.










