Um góðar tveir mánaðir eru tvey ár síðani, at løgmaður tilnevndi landsstýrisfólk síni. 16. november í 2013 er eisini dagurin, tá nýggjur landsstýrismaður í heilsumálum skal finnast, tí miðfloksmaðurin Karsten Hansen boðaði, tá hann bleiv tilnevndur landsstýrismaður, at hann bert fór at sita í eitt hálvt valskeið – tað vil siga tvey ár.
Men nú hetta tíðarskeiðið skjótt er runnið, fæst Karsten Hansen ikki til at siga, um hann heldur fast við hesar ætlanirnar.
Hann sigur, at tað er eingin endalig avgerð tikin hesum viðvíkjandi enn. Hvørki hjá honum persónliga ella hjá Miðflokkinum. Sambært Karsteni Hansen, so liggur avgerðin í síðsta enda hjá flokkinum.
Hann hevur nógvar bóltar í luftini í heilsumálaráðnum, har alt heilsuverkið verður endavent í løtuni, sum Karsten Hansen sjálvur tekur til.
– Og eg havi ikki sjálvur sett nakað dato á, nær eg ætli mær frá, sigur Karsten Hansen. Men hann endurtekur so, at um tað er nakað, sum tey í Miðflokkinum verða samd um, at Karsten Hansen skal frá, eins og hann sjálvur boðaði frá, tá tvey ára skeiðið er runnið, so er tað heldur ikki nakar trupulleiki fyri hann.