Ikki gingið væl at reka grindina

Grindin, sum var funnin í morgun, verður hildin til inni í Skálafirði í løtuni.

 

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tað hevur gingið eitt sindur striltið at reka. Grindin kavar illa og er torfør at fáa inneftir.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað hevur tó gingið framá. Fólk eru klár á landið í Skálafirði og um alt gongur sum tað skal, so verður drápið skjótt.