Ikki gangandi húsanna millum

Fyrst var tað ódnin Barbara, sum gjørdi um seg tollaksmessudag og jólaaftan. Í dag, fyrsta jólaódnin komin inn yvir oyggjarnar. Hon fer at gera um seg í dag og fyrrapart í morgin, tá vindurin fer at minka aftur.

 

At eisini hendan ódnin hevur nakað uppá seg, er lítið at taka seg aftur í. Fyri løtu síðani vísti vindmátarin hjá Landsverk á Norðradalsskarði upp í 72 m/s.

 

Vindurin fýkur um geilarnar og best er at halda seg innandura. Sí filmsbrotið, ið vit hava fingið úr Fútalág í Havn. Tað sæst væl, at vindurin er sera nógvur.

 

Okkara lesarar eru vælkomnir at senda okkum fleiri filmsbrot ella myndir frá óveðrinum.