Ikki fyrstu ferð hvalur er rikin á Kirkjubø

Fyri hálvum ári síðani flótaðu leivdir av einum avgusti í fleiri dagar í Kirkjubø

Ein deyður finnhvalur er í dag rikin inn á Kirkjubø. Hvalurin er stórur, og er hann allarhelst komin við streyminum í illveðrinum. Sí myndirnar HER.

 

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at líknandi hendir í Kirkjubø. Í oktober í gjør varnaðust fólk í Kirkjubø eisini, at okkurt var rikið inn. Tað var ilt at siga, hvat hetta var, og tað lá har í fleiri dagar. Tjóðsavnið metti tó, at talan var um eina leivd av einum avgusti. 

 

Tað er vanligt, at stórhvalar reka inn til Føroya - bæði heilir hvalir og leivdir av teimum. Niðanfyri ber til at síggja myndirnar frá partinum av avgustinum, sum rak inn á Kirkjubø í oktober.