Ikki fleiri túrar til Suðuoyar enn

? Játtanin verður hækkað í 1998 við kr. 350.000, so »Smyril« kann gera tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág, stóð m.a. í uppskotinum hjá Hendrik Old, sum hann legði fyri tingið vegna Javnaðarflokkin tann 27. oktober í ár. Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum nú er komin við áliti, metir, at uppskotið kemur at forða fyri eini heildarloysn

Í viðmerkingunum til uppskotið, sum Hendrik Old legði fyri tingið vegna Javnaðarflokkin tann 27. oktober, sigur javnaðartingmaðurin, at í fíggjarløgtingslógini fyri 1998 er játtað 1 mió. kr. til »Stuðul til útoyggjar«.

? Landsstýrið legði í vár fram lógaruppskot, um hvussu játtanin skal umsitast, men av tí, at val varð útskrivað, fall lógaruppskotið burtur, vísir Hendrik Old á.

Og nú so langt er liðið út á árið, uttan at lógarreglur eru gjørdar um umsiting av játtanini, er tað at Javnaðarflokkurin at leggja lógaruppskot fyri tingið hesum viðvíkandi.


Ikki alt búkt

? Játtanin verður ikki øll brúkt í 1998, og mælt verður tí til, at lækka játtanina til hesa høvuðskonto við kr. 350.000 og flyta upphæddina til høvuðskonto Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka), og hækka játtanina til Oyggjaleiðir við 350.000 kr. soleiðis, at »Smyril« ger tveir túrar meira um vikuna á Suðuroyarfarleiðini, har annar verður sigldur á Vág, sigur Hendrik Old.

Uppskotið var til 1. viðgerð tann 30. oktober 1998, og varð málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. november 1998 legði fram sítt álit. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann, og hevur hon býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Sámal Petur í Grund og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at »Smyril« í komandi ferðaætlan ferð at økja um túratalið til Suðuroyar.


Bíða eftir kanning

Meirilutin vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at kanningarnar verða gjørdar í samband við at dagføra Suðuroyarfarleiðina, og heldur meirilutin at bíða eigur at vera eftir hesum kanningarúrslitum, áðrenn støða verður tikin til at broyta verandi Suðuroyarsigling.

Meirilutin ivast í, um tað er rætt at taka pening frá útoyggjunum til eykatúrar til Suðuroyar seint í árinum, heldur enn at gera eina heildarloysn fyri farleiðina. Fyriliggjandi uppskot kemur at forða fyri eini heildarloysn, sigur meirilutin og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

Uppskotið fall við 1. viðgerð í løgtinginum týsdagin.