Ikki fleiri túrar til sandoyingar

Tað sær svart út at fáa Teistan at sigla fleiri túrar til sandoyar, tí peningur er ikki til tað, sum fíggjarstøðan er

Sandoyarsigling


Sandoy: Tað eru ongi útlit fyri, at Teistin fer at sigla fleiri túrar ímillum Gomlu Rætt og Skopun.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tað var í løgtinginum seinnapartin hósdagin, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin um ætlanin er at lata Teistan sigla ímillum Skopun og Gomlu Rætt longri út á kvøldið.
Bjarni Djurholm svaraði, at longu nú siglur Teistin so nógv sum hann kann við tveimum manningum.
Skal hann sigla meiri, skal hann hava eina manning afturat og tað fer at kosta ímillum 2-2,5 milliónir afturat um árið og hann dugdi ikki at síggja, hvar hann skuldi finna tær, soleiðis sum búskaparliga støðan sær út í løtuni.
? Skal meiri epningur brúkast til sandoyarsiglingina, verður neyðugt at skerja onkra aðrastaðni og hann dugdi ikki at síggja, hvar tað ber til at skerja- talan kann bara vera um at skerja siglingina til Suðuroyar, um Leirvíksfjørð ella til útoyggjarnar og tað dugdi hann ikki at síggja bar til, segði landsstýrismaðurin.
Hann segði, at tað hevði verið umhugsað, at strika onkran túr mitt á degi fyri at kunna sigla onkran túr afturat um kvøldið, men tann ætlanin varð slept, tí tað varð ikki hildið at vera skilagott, hóast tað er nógv bíligari.
? Tað fer serliga at raka farmaflutningin ímillum Sandoynna og meginøkið, helst flutningini av fiski, segði Bjarni Djurholm.