Amerikanska blaðið Wall Street Journal veit at siga, at myndugleikarnir í Washington hava gjørt av at sleppa einari ætlan um at seta fleiri verjurakettir upp í Evropa. Franska tíðindastovan AFP skrivar úr Moskva, at har eru menn væl nøgdir við avgerðina.
Undanfarna stjórnin í Washington samtykti at seta verjurakettir upp í Póllandi og Kekkia. Tað fall ikki í góða jørð í Russlandi, sum hótti við at taka tilsvarandi stig. Nú hevur stjórnin hjá Barack Obama slept ætlanini, skrivar Wall Street Journal.
Ein russiskur talsmaður sigur við AFP, at russiska stjórnin fer nú at endurskoða málið.