Ikki fleiri føroyingar til arbeiðis

Talið á løntakarum stendur í stað, men rákið er, at tað er heldur lækkandi

Í januar í vóru 23.703 løntakarar í Føroyum.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin Hagstovuni.

 

Hagstovan sigur, at sotatt er løntakaratalið í januar í ár, áleið tað sama sum undanfarnu tveir mánaðir.

 

Annars vísir gongdin, at síðan í mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar í Føroyum, men í løtuni er rákið tann vegin, at tað hevur verið ein lítil afturgongd seinastu tríggjar mánaðirnar.