Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at senda meiri enn 100.000 amerikanskar hermann afturat til Irak, men Bretland fer ikki at økja sína hermegi har.
Bretski verjumálaráðharrin, Geoff Hoon, segði í undirhúsinum mánadagin, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at senda fleiri hermenn til Irak, í hvussu er ikki nú. Bretland hevur einar 45.000 hermenn í Irak og við Persaflógvan, og sambært ráðharranum hevur hetta víst seg at vera nóg mikið.
Í orðaskiftinum í undirhúsinum vildu nakrir tinglimir hava at vita, um bretsku og amerikansku hermenninir hava funnið nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Adam Ingram, varaverjumálaráðharri, svaraði, at higartil hava hermenninir bara funnið vápnagoymslur, sum ST-eftirlitsmenninir fyrr hava skrásett.