Ikki favorittar móti Grikkalandi

Lars Olsen óttast ikki, at spælararnir taka ov lætt upp á uppgávuna móti Grikkalandi.

 

-          Vit mugu enn minnast, at Grikkaland er ein stór fótbóltstjóð, og teir fara í nógv ár framyvir at vera favorittar, tá teir spæla móti Føroyum, sigur Lars Olsen, sum tó minnir á, at vit hava víst, at vit kunnu vinna á teimum, og tí sjálvandi skulu varðveita trúnna á, at tað ber til einaferð afturat.

 

Lars Olsen tók í dag út hópin til dystin móti Grikkalandi á Tórsvølli 13. juni, og í tí sambandi hevði Tróndur Arge eina samrøðu við landsliðsvenjaran. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.