Ikki favorittar

Tað er sjáldan, at so er, men hesa ferð fara kvinnurnar hjá Mjølni inn á vøllin, vitandi um at tær ikki eru favorittar, men tær leggja ikki minni í dystin av teirri orsøk

Flogbóltsfinalur

- Vit eru allar so hampuliga væl fyri, og tað er einki at ivast í, at vit ætla okkum at vinna dystin.
Somikið avgjørd er Anna Müller Jacobsen, tá vit undan steypafinaluni royna at fregnast, hvussu tær í Mjølni hava fyrireikað seg til steypafinaluna, sum verður leikt í dag.

Ikki favorittar
Hungurin eftir einum sigri gerst so avgjørt ikki minni av, at hetta er møguleikin hjá sigursvanda Mjølni at fáa nakað burtur úr árinum.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit nú vilja hevna eitt sindur av tí, sum vit hava mist í landskappingini, men eg haldi ikki, at vit eru favorittar fyri tað. Vit hava leikt tríggjar ferðir móti TB í landskappingini, og tvær ferðir hava vit tapt, so skal nakar vera favorittur, so mugu tað verða tær, heldur Anna.

Royndir sum barlast
Aðra staðni á síðuni vísir venjarin hjá TB á, at hvat viðvíkur royndum, so er Mjølnir frammanfyri, og Anna heldur eisini, at hetta kann gerast ein fyrimunur hjá teimum.
- Tað hevur so avgjørt nógv at siga, at vit hava roynt hetta áður. Tú kanst siga, at vit eru vanar við at spæla slíkar dystir, og tær royndirnar eiga so avgjørt at koma okkum til góðar. Og so fáa vit eisini Tove Rygsfjord upp til dystin, so alt í alt skuldi liðið verið sterkt, sum tað kann vera.
Tosið um royndirnar leiðir okkum eisini til dystin í fjør, tá Mjølnir vendi 0-2 til 3-2. Spurd, um ikki hetta var júst eitt úrslit av drúgvu royndunum á liðnum, heldur Anna, at tað kann so væl vera.
- Tað ferðina gekk alt av skriðuni til fyrstu løtuna, men vit góvust ikki av teirri orsøk. Nú vóni eg sjálvandi ikki, at tað sama hendir hesaferð, men vit missa ikki mótið, hóast dysturin kanska byrjar illa.

Áskoðarar hjálpa
Vanliga hava ítróttalið úr Klaksvík eina trúgva áskoðarafjøld, og í so máta er Mjølnir einki undantak.
Anna dugir tó illa at meta um, hvussu verður við stuðlinum hesaferð.
- Eg vóni sjálvandi, at nógv koma við okkum. Tað verður í øllum førum skipað fyri busstúri, men seinast eg visti, høvdu ikki meira enn eini 25 teknað seg, men tað kann væl broytast kortini.
- Og so skalt tú ikki gloyma allar klaksvíkingarnar, sum eru í Havn. Tey plaga so sanniliga eisini at gera sítt. Til stuttleikar kann nevnast, at meðan tað ikki gekk so væl í finaluni í fjør, so var tað ein áskoðari, sum kom yvir og gav okkum ein ordans vals. Eg veit ikki, um tað bara var tí, men tað fekk okkum í øllum førum at vakna, so týdningurin av góðum áskoðarum eigur avgjørt ikki at undirmetast, sigur Anna Müller Jacobsen at enda.