Ikki eitt partapolitiskt mál

Borgarstjórin Jógvan Skorheim, hevur fullkomiliga misskilt tað Fólkaflokkurin ynskti av honum. Tað einasta vit bóðu um, var at fáa fund í lag ímillum leiðsluna fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og býráðið

 

Eg ætli mær ikki at gera stórvegis viðmerkingar til sjálvt innihaldið í grein hansara. Okkara áheitan, hevur fingið hann at brúka so sterkar vendingar sum: “Vendi kanónunum ímóti tykkara egnu.” Eg eri púra ovfarin av, at borgarstjórin ger hetta til eitt partapolitiskt mál. Tað er hetta alt ov álvarsamt til.

 

Í svarinum til Fólkaflokkin sigur hann millum annað: “Fyrst og fremst vil eg staðfesta at Klaksvíkar Býráð er í støðugum samskifti við leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og landsstýrismannin í Heilsumálum um Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit gera nakað við støðuna, og vera við í komandi loysnum.”

 

Tað er ikki løgið at vit undrast á hesa útsøgn, tí vit sum býráðslimir hava ikki hoyrt nakað um hetta, og eru ikki kunnað. Hinvegin, er tað ein veruleiki, uttan at býráðið er kunnað, so hava vit alla orsøk til at spyrja, nú hetta hevur verið frammi í longri tíð.

 

Tað einasta vit vildu við okkara skrivi, var at fáa fund í lag ímillum býráðið og leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyri at fáa eina gjølliga frágreiðing um viðurskiftini. Vit halda, at umráðandi er, at vit fáa lýst viðurskiftini og framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, áðrenn farið verður á fund við Heilsumálaráðið, soleiðis at vit vita hvussu støðan veruliga er.

 

At siga at býráðið onga ábyrgd hevur av rakstri, íløgum og útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi er bara partvíst rætt, tí Klaksvíkar Býráð er hægsti myndugleiki í okkara øki og hevur harvið eina ábyrgd av hvat hendir her, og ábyrgd av okkara borgarum og teirra vælferð.

 

Tí vil eg vegna Fólkaflokkin enn einaferð heita á borgarstjóran, um at vit standa saman í hesum máli og fáa fund í lag ímillum alt býráðið og leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.