Ikki eitt komma samtykt í kabinettmáli

Tá uppskotið um fiskidagar var til viðgerðar á Løgtingi, søgdu løgmaður, landstýrismaðurin í uttanríkismálum og landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, at talan var um kabinettmál, tí fiskivinnupolitikkurin var legitimiteturin hjá CHE-samgonguni. Ikki eitt komma varð samtykt í uppskotinum. Sambandsflokkurin bjargaði á mállinjuni. “Samgongan” sær korini út til at halda fram uttan legitimitet og uttan mið og mál

Uppskot um fiskidagar

Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum legði á ólavsøku uppskot um fiskidagar fyri Løgtingið. Einki høpi var í uppskotinum, sum legði upp til at syndra okkara høvuðsvinnu. Landsstýrismaðurin skeyt upp at skerja fiskidagarnar hjá línu- og smærru trolbátunum við 50 prosentum og partrolarum við 20 prosentum. Skotið var eisini upp at friða økir. Eittnú Føroya Banka, við lóg, hóast landsstýrismaðurin frammanundan hevði fulla heimild at friða uttan lógarbroyting.

 

Kabinettmál

Tá uppskotið var til viðgerðar í Løgtinginum søgdu løgmaður, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, at talan var um kabinettmál. Allir søgdu teir, at samgongan var fokin um uppskotið ikki varð samtykt, tí sum løgmaður fleiri ferðir hevur tikið til: “Fiskivinnupolitikurin er legitimiteturin hjá CHE-samgonguni”. Soleiðis ætlaðu teir tríggir odvitanir at tvinga ávísar samgongulimir at atkvøða fyri uppskotinum ímóti viti og skili og ímóti teirra sannføring.

 

Sambandsflokkurin bjargaði á mállinjuni

Tíbetur fekk Sambandsflokkurin málið á rættkjøl á mállinjuni undir viðgerðini á Løgtingi. Ikki eitt komma í uppskotinum frá landsstýrismanninum, ella neyðsemjuni á 20 prosent niðurskurð yvir ein kamb, sum varð gjørd í samgonguni undir viðgerðini, varð samtykt. Sambandsflokkurin fekk alla andstøðuna og skilafólk í samgonguni, sum ikki lat seg stýra av hóttanum um samgonguslit, at taka undir við neyðugum tillagingum og einum niðurskurði á 10 prosent.

 

Tvíhalda um maktina kortini

Tað undrunarverda er tó, at hóast samgongan nú sambært løgmanni og tveimum ráðharrum ongan legitimitet hevur, hóast ikki eitt komma var samtykt í kabinettmáli og hóast eigin meiriluti tykist vera fyri politikkinum hjá samgonguni á Løgtingi, ja so tvíhalda løgmaður, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, og landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum framvegis um maktina í landsstýrinum.

 

Somuleiðis sær út til, at samgongan ætlar at halda fram við at sindra okkara vinnulív og knokkroyta fólki í landinum. Uppskotið um landsjørð hjá løgmanni, Tobba og Birni á Heygum, sum kom sum lundi á jólanátt herfyri, skatta- og avgjaldshækkingar og ein komandi CHE-fíggjarlóg við stórum halli, fara at prógva at so er.