Í fyrispurningi, sum Bergtóra H. Joensen, tingkvinna hjá Tjóðveldi, hevur sent Jóhan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, til tingfundin mikudagin, vísir hon til samgonguskjalið, har tað stendur, at: “Barsilsskipanin skal framhaldandi betrast fyri foreldrini og gerast smidligari. Miðast skal ímóti, at hon verður longd upp í eitt ár”.
Tingkvinnan greiðir í fyrispurninginum frá, at barnsburðarfarloyvið bleiv longt við 8 vikum undir CHE-samgonguni.
- Tað er at fegnast um – ætlanin var at halda áfram, so barnsburðarfarloyvið loksins gjørdist eitt ár. Vit hava tíverri ikki hoyrt eitt kis um hetta, síðani ABC skipaði samgongu, sigur hon.
Eisini undrast hon á, at samgonguskjalið sigur, at barsilskipanin framhaldandi skal betrast fyri foreldrini.
- Ein kann spyrja, um hon ikki eisini skal betrast vegna børnini og teirra tørv.
Vinnumálaráðharrin hevur seinastu vikurnar verið á rundferð í Føroyum við javnstøðunevndini. Bergtóra H. Joensen heldur, at tað hevði verið áhugavert at hoyrt, um hann á hesu rundferð hevur fingið nýggjan íbástur til javnstøðuøkið.
Spurningarnir frá spyrjaranum eru hesir:
- Hvussu gongst við ætlanunum um at leingja barnsburðarfarloyvið upp í 1 ár?
- Og er nøkur ætlan um pápakvotu ella annað áhugavert sum fremur møguleikarnar hjá báðum foreldrum?