Landsdystir
Strikuplássið er uttan iva tað plássið á føroyska liðnum, sum er harðast rakt, tá talan er um avboð og skaðar. Í teimum fýra dystunum, sum eru leiktir higartil, hevur Janus Einar Sørensen úr Kyndli verið nærum einsamallur um plássið, men hetta er tó ikki nakað, sum fær unga landsliðsmannin at taka tað róligt á nakran hátt.
- Um tú meinar við, um eg kenni meg tryggan, tí fleiri avboð hava verið til júst hetta plássið, so er svarið nei. Mortan er jú komin inn í hópin, og Hans Áki verður eisini togaður inn av og á, so eg kenni meg ikki á nakran hátt sum sjálvsagt fyrsta val til sessin, sigur Janus Einar.
Nú Mortan ikki hevur verið í hópinum tríggjar dystirnar, kundi tað kanska kenst heldur tunnligt við strikuspælarum á liðnum, men Janus Einar heldur tó ikki, at hetta ger tað óneyðuga strævið at koma ígjøgnum dystirnar.
- Hvíldina fái eg jú koritni, tá eg havi tørv á hesum. Vit kunnu altíð skiftast eitt sindur í álops- og verjupartinum, soleiðis at mann fær hvílt seg nakrar minuttir á beinkinum, so eg vil so avgjørt ikki siga, at eg eri ov einsamallur um plássið, sigur Janus Einar at enda.