Jákup Mørk
Seinast Føroyar skoraðu í undankappingardysti, var tá Bosnia mátti taka til takkar við einum 2-2 javnleiki. Sunnudagin vóru slovenar fyri somu lagnu, tvímálsskjúttin frá Bosnia-dystinum, Uni Arge, taldist aftur millum føroysku málskjúttarnar.
Sjálvur greiddi Uni nakað soleiðis frá málinum til 1-1:
- Hatta var eitt av fleiri press-álopum, sum vit høvdu, sum so endaði við einum innkasti niðri við hornaflaggið. Eftir at innkastið varð skallað útfrá, smekkaði Jóhannis til, og so setti eg ristina á, fyri at tryggja at bólturin fór í netið.
Broytti søguna
At uni var fegin um málið, er einki at ivast í, og hann helst tað eisini hava stóran týdning, at Føroyar endiliga komu á talvuna aftur í so máta.
Enn fegnari var hann tó um, at tað løtu seinni eydnaðist Føroyum at skjóta enn eitt mál, soleiðis at stig eisini fekst burtur úr dystinum.
- Høvdu vit ikki fingið nakað burtur úr dystinum, hevði hetta verið eins og flestu dystir okkara hava verið í seinastuni. Hatta har við at vit spældu gott, og høvdu uppiborið at fingið okkurt burtur úr og so framvegis. Nú fingu vit endiliga løn fyri stríðið.
Dysturin broyttist
Annars var Uni, eins og flest onnur, samdur í, at føroyska liðið ikki hevði uppiborið nakað sum helst eftir fyrra hálvleik.
- Vit vóru alt ov sløvir, men í steðginum vóru vit samdir um, at nú skuldu vit taka okkum saman. Vit tosaðu um, at vit høvdu verið alt ov sløvir í fyrra hálvleiki, men vóru samstundis samdir um, at vit í seinna hálvleiki skuldu vera við til at skapa ein góðan dyst, og hetta eydnaðist eisini, segði Uni um hetta.
At seinni hálvleikur var frægari enn fyrri, er heldur eingin loyna, og heilt gott gjørdist tað, tá Øssur so setti bóltin í slovenska netið fyri aðru ferð.
Um hetta helt Uni, at málið var eitt fínt dømi um, at spælararnir høvdu reist.
- Allan ger jú fullkomliga rætt, tá hann bjóðar av og trýstir seg frameftir. Tá hann so varð feldur, visti eg at Øssur kundi skora. Undir venjing hevur tað ligið væl fyri hjá honum, og skotið móti Schmeichel var sum so ein forsmakkur upp á fríspørkini hjá honum.
Annars helt Uni, at dysturin sunnudagin í stóran mun líktist dystinum móti Skotlandi. Tað ferðina vóru Føroyar eisini aftan fyri stóran part av dystinum, men komu so aftur í aftur móti endanum.
Royna tað besta
Tá tosið líkasum var komið fram til komandi dystirnar, var Uni tó eitt sindur ivasamur. Ikki tí, eins og liðfelagarnir ætlar hann sjálvsagt at gera sítt besta, men útidystir eru aloftast torførir.
- Eg rokni við, at tað verður tann vanligi fótbólturin frá okkara síðu. Tað merkir eitt varligt upplegg, har vit so royna at skapa okkum nakrar kontramøguleikar. Tað er tó sera torført at meta um, tí dystir kunnu skjótt broytast, og eitt nú sóu vit í dag, hvussu spælið broyttist, tá vit fóru fram á vøllin.
At Sveis í løtuni er aftan fyri Føroyar, og hevur stig fyri neyðini, tóktist Uni ikki leggja alt ov nógv í:
- Teir eru í løtuni aftan fyri okkum, og so mugu vit royna at halda teimum har, segði hann smílandi, áðrenn vit báðir, myndamaðurin, takkaðu fyri okkum.
Høvdu vit tapt, hevði dysturin bert verið ein endurtøka av so mongum øðrum, helt Uni Arge um úrslitið móti slovenum
Mynd: Álvur Haraldsen










