- Nei, flogvøllurin í Vágum hevur altíð verið eitt klandursmál. Hann hevur ongatíð átt nakran góðan, uttan tá val stóð fyri durum, sigur hann.
Jákup hevur 32 ára royndir innan flogferðslu í Føroyum og í Grønlandi, har tann operativi og umsitingarligi parturin hevur verið hansara virkisøki.
Jákup er nevniliga – sum ein kanska skuldi trúð - ikki av teirri fatan, at flogvøllurin í Vágum skal vera okkara flogvøllur fyri einhvønn prís.
- Tað er mín avgjørda hugsan, at flogbreytin ikki eigur at vera undir 1800 metrar – og tá er líkamikið, hvar hon er í Føroyum, sigur hann.
Nú er flogvøllurin og framtíð hansara aftur frammi í orðaskiftinum, bæði hvat viðvíkur longd, yvirtøku og útlendskum flogfeløgum, sum umhugsa at bjóða Atlantsflogi av
Jákup ynskir nú - sum privatpersónur og eygleiðari - at geva sítt boð uppá, hvussu vit kunnu tvífaldað talið av ferðafólkum ið koma at ferðast um flogvøllin í framtíðini.
- Aðrastaðni síggja vit, at talið av fráferðum minkar, tí flogførini gerast størri og størri. Men skulu vit bara lata standa til, meðan øll onnur ynskja at uppfylla krøvini sum flogferðslan setur í dag?
- Fyri mær er púra greitt, at kundu størri flogfør við størri komfort sett seg her í Vágum, so høvdu fráferðirnar neyvan minkað uppá longri sikt.
- Nýggjari og effektivari flogfør minka hinvegin um útreiðslurnar til raksturin av flogførunum. Og tað eigur so líðandi at føra til lægri prísir, sigur Jákup í hesi erligu og viðkomandi samrøðuni við Sosialin.
Visjón ella snævursjón
Jákup Persson hevur fylgt væl við føroysku flogsøguni. Hann dugir tí at síggja ta menning, henda vinnan hevur verið í, síðani reglulig flúgving uppá Føroyar tók seg upp fyri skjótt fimmti árum síðani.
Hann hevur hinvegin kunnað staðfesta ta snævursjón, sum hevur valdað hjá teim játtandi myndugleikunum her á landi og í Danmark, tá tað ráddi um at tryggja føroysku flogferðsluni bestu kor at virka undir.
- Ja, hugsa tær til, at tað vóru fólk í 60’unum, sum ikki trúðu at tað bar til við regluligari flúgving uppá Føroyar. Og at menn í 70’unum hildu uppá, at instrumentflúgving var ógjørlig.
- Tað vóru eisini tey sum í 90’unum aftur og aftur pástóðu, at verandi flogvøllur uppá 1250 metrar var ivaleysa langur, sigur Jákup.
Framtíðin við flogvøllinum í dag, nú vit skriva apríl 2007, stendur í dag í tí, at hildið verður framvegis uppá, at vit kunnu liva við eini flogbreyt sum er 1450 metrar long og sum í mesta lagi kann verða 1600 metrar long.
- Eg má bara spyrja, hvar tann veruliga visjónin er við flogvøllinum í Vágum? Eg fái sjálvur bert eyga á eina sjón, og tað er snævursjónin, sigur hann og vísir á, at flestu av hesum forðingum eru gjørdar til skammar í dag.
400.000 ferðandi um árið
Í dag hava vit hóast alt ein flogvøll sum í síni tíð varð longdur úr 1100 upp í 1250 metrar. Men tað hendi fyrst, tá privatpersónar løgdu trýst á myndugleikarnar.
Jákup vísir á, at tað vóru privatpersónar sum sóu møguleikarnar fyri at ein føroysk flogferðsla kundi byrja, og seinni gjørdi sítt til at vøllurin varð longdur.
Eitt undantak á hesi framburðsleið hendi kortini í 1988, tá Atlantsflog byrjaði at flúgva millum Føroyar og Danmark. Tann stóri spurningurin er, um føroyingar eru nøgdir við støðuna, ella um ein vil menna flogvøllin enn meiri til krøvini í framtíðini.
Hann sær sjálvur ótrúligar møguleikar fyri menning og vøkstri innan talið av ferðandi um flogvøllin í framtíðini. Í løtuni er støðan hon, at ein væntar at eini 250.000 ferðafólk fara um flogvøllin komandi ár. Um eini trý ár er talið kanska komið uppá 300.000.
- Verður rætt borið at er einki til hindurs fyri at eini 400.000 ferðafólk fara um flogvøllin um nøkur ár, sigur Jákup avgjørdur.
Skal ein røkka hesum tali er neyðugt, at gera tað hann kallar “visjonerar íløgur” í øll viðurskifti kring flogvøllin og flogferðsluna annars. Neyðugt er snøgt sagt við hugburðsbroytingum hjá myndugleikunum og hjá teimum sum annars virka innan flogferðsluna.
Ikki niður um 1800 metrar
Frá Skaparans hond eru Føroyar ikki gjørdar til at flúgva til og frá. Men tað ber kortini til at hava regluliga flúgving higar.
Fremsta orsøkin til hetta er tann tøkniliga kenningin seinastu 60-70 árini. Hinvegin kann Jákup staðfesta, at flogvøllurin í Vágum er lítið mentur síðani 1963: Flogførini eru vorðin bæði størri og fleiri í tali, og talið av ferðafólkum fleirfalda hesa tíðina.
Men tá Jákup hugsar um vøllin, so kann hann bert staðfesta, at hvørki breytin ella farstøðin eru útbygd samsvarandi hesi umfatandi menningini í flogferðsluni: Størri flogfør fáa ikki sett seg av hesi orsøk, sum er ein gongd ein sær alla aðrastaðni kring heimin.
- Tað er tí bæði snævurskygt og ikki serliga visjónskt at tosa um eina leinging upp til 1600 metrar. Flogvøllurin er hóast alt høvuðsferðsluæðrin hjá øllum føroyingum og eigur tí at vera dagførdur sum skjótast.
- Ja, tað er hugsandi at 1600 metrar als ikki fara at sláa til. At leingja flogbreytina til minni enn 1800 metrar er ongin framtíðarloysn!, slær hann fast.
Spurningurin er og hevur alla tíðina verið, hvat landsins myndugleikar siga til eina slíka neyðuga útbygging av flogvøllinum til dagsins tørv, - ein útbygging sum er at líkna við at fara frá einum einsporaðum tunli til ein tveysporaðan.
Fyri Jákup er eingin ivi um, at hvørki eysturoyingar ella landsins myndugleikar neyvan vildu sagt ja til ein einsporaðan undirsjóvartunnil til Havnar.
- Slíkt verður mett sum ein neyðug íløga í vegakervið. Men hví hugsar ein ikki líka víðsjónt, tá talan er um høvuðsferðsluæðr okkara við útheimin?, spyr Jákup undrandi.
Bert ein loysn: Nýggj farstøð
- Farstøðin hevur 30 ár á baki, og er als ikki før fyri at taka ímóti teimum túsundtals ferðafólkunum sum koma og fara hvørt einasta ár, slær Jákup fast.
Tá farstøðin varð bygd í 1977 var talið á teimum sum ferðaðust um flogvøllin einans 42.000 um árið. Tíggju ár seinni varð hon útbygd, samstundis sum ferðafólkatalið var meiri enn tvífaldað.
Í ár fer talið helst at nærkast teimum 250.000 og um eini trý ár fer tað kanska upp um 300.000 fólk, ið fara um flogvøllin í Vágum.
- Men farstøðin er tann sama sum fyri 20 árum síðani. Hon var ikki bygd til framtíðina, og var ikki á nakran hátt framtíðartryggjað, slær Jákup fast.
Eitt er, at hon ikki er útbygd seinastu 20 árini. Ein hópur av nýggjum krøvum til trygd, umhvørvi og arbeiðsumhvørvi verða í dag sett slíkum floghavnum.
Má virka optimalt
Føroysku myndugleikarnir hava fingið ráðlegging um, hvussu byggjast kann aftrat verandi farstøð. Men Jákup heldur ikki, at henda loysnin er nøktandi.
- Vandi er fyri, at hetta gerst eitt stórt mistak - ja, í roynd og veru sama mistak, sum varð gjørt, tá farstøðin varð umbygd og útbygd fyri 20 árum síðani.
- Henda útbygda farstøðin hevur ikki virkað optimalt. Men starvsfólkini hava hinvegin gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði at fáa virksemið at koyra so væl sum tilber.
- Men eg haldi, at ferðafólkini sjálvi hava betri uppiborið, nú vit eru komin nakað væl inn í 21. øld, sigur Jákup.
Hansara uppskot er tí at ein heilt nýggj farstøð við tilhoyrandi støðuplássum til flogfør, verður bygd norðanfyri og eystanfyri ta verandi. Henda hevði havt fleiri fyrimunir við sær, tí hon hevði verið bygd frá grundini og eftir teimum krøvum, sum eru kend í dag og sum kunnu hugsast kunnu koma í framtíðini.
- Tað verður sera kostnaðarmikið at fara undir at umbyggja verandi farstøð. Funksjónirnar verða allíkavæl ikki optimalar, samstundis sum ein kann brúka hesa, meðan tann nýggja verður bygd.
- Neyðugt verður kortini ikki at taka ta gomlu farstøðina niður. Hon hevði verið vælegnað sum farstøð hjá tyrluflúgvingini, bæði tá talan er um innanlandsflúgving og flúgving, sum verður knýtt at eini komandi oljuvinnu, sigur Jákup Persson.









