Tað kemur fyri hjá løgregluni, at fólk klaga um ófrið í samband við uttandura royking. Onkur skonkistøð koma í trupulleikar av nógvum larmi, sum oftast orsaka av akkustikki.
- Tað er so ymiskt við larmi uttan fyri skonkistøð. Onkra staðni hoyrist tað væl inn til grannan, og onkra staðni hoyrist tað betri longri burtur frá, verður sagt á løgreglustøðini.
Men jú, klagur koma fyri, og í tílíkum førum setir løgreglufólkið seg í samband við eigaran.
- Tað er kortini ikki ein nýggjur trupulleiki, at ófriður verður fráboðaður í miðbýnum í Havn. Skonkistøðini virða eina átalu frá okkum, og loysa so trupulleikan. Hvussu tey gera tað, blanda vit okkum ikki uppí. Tað skal bara vera innan fyri tað øki, tey hava loyvi at skonkja á. Um tey senda fólk út á gongubreytina, mugu tey um. Tey skulu bara ikki drekka úti á gongubreytini.