Ikki deyð so nógv fólk í Svøríki í einum mánaði í 30 ár

Dagførd tøl vísa, at tað nú eru tilsamans 30.377 váttaðir smittutilburðir við koronavirus í Svøríki.

Myndugleikarnir í Svøríki upplýsa í dag, at aprílmánaður er mánaðin við flestu deyðum í næstan 30 ár.

– Í apríl doyðu fleiri fólk í Svøríki enn í nøkrum øðrum mánaði síðani apríl í 1993, verður sagt í fyribilsuppgerð frá svensku hatstovuni, SCB.

Boðað var frá tilsamans 10.458 andlátum í apríl, tá koronavirus av álvara fór at herja. Í 1993 doyðu 11.057 fólk í ein mánað.

Tilsamans doyðu 97.008 fólk í 1993, sum var tað hægsta talið av deyðum í eitt ár síðani 1918, tá spanska sjúkan herjaði landið. Tað sigur Tomas Johansson, sum er granskari í deildini hjá SCB fyri hagtølum um fólkatal og búskaparliga vælferð.

Í mun til fólkatalið vóru tað lutvís fleiri andlát í Svøríki í januar í 2000 enn í apríl í ár. Ta ferðina var deyðstalið fyri hvørji 100.000 fólk 110,8. Í apríl í ár var tilsvarandi talið 101,1 deyð fyri hvørji 100.000.

Svøríki boðaði í dag frá 10 deyðum við koronavirus seinasta samdøgrið. Harvið eru tilsamans 3.698 skrásett deyð eftir at verða smittað við virusinum, upplýsa svensku heilsumyndugleikarnir.

Um vikuskiftið er skrásetingin av deyðum nakað seinkað.

Dagførdu tølini vísa, at tað tilsamans eru 30.377 váttaðir smittutilburðir í Svøríki.

Talið av fólki, sum eru innløgd ella hava verið innløgd á intensivadeildir, er 1853.

/ritzau/TT