Ikki bundin at sáttmálanum

Einans Hotel Vágar er bundið at sáttmálanum millum Føroya Abeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí bara Hotel Vágar er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið undirskrivaði sáttmálan. Sáttmálin fyri arbeiði á matstovum, gistingarhúsum og hotellum er ikki galdandi fyri restina av vinnuni

Einki av teimum níggju virkjunum innan matstovu- og gistingarhúsvinnuna, sum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag nevndu í yvirlýsing síni týsdagin, hevur nakra sum helst skyldu at fylgja sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Yvirlýsingin hjá teimum tveimum arbeiðarafeløgunum legði hart eftir teimum níggju virkjunum fyri ikki at vilja fylgja sáttmálanum, men sum er, hava tey onga skyldu at løna starvsfólki sambært sáttmálanum ella veita teimum tær treytir, ið sáttmálin ásetir.

Virkini eru nevniliga ikki limir í Arbeiðsgevarafelagnum, og starvsfólk teirra eru fyri størsta partin ikki limir í Arbeiðarafelagnum, og tí eru tey ikki umfatað av sáttmálanum fyri arbeiði á matstovum, gistingarhúsum og hotellum.

Hetta staðfestir Jan Mortensen, stjóri á Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hann sigur, at einasta virki innan hesa vinnu, ið er limur í Arbeiðsgevarafelagnum er Hotel Vágar, og tískil er bara Hotel Vágar bundið at sáttmálanum.


Gistingarhúsfelagið undir samráðingar

Í gjár boðaði Gistingarhúsfelagið frá, at tað fer at taka samráðingar upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag beint eftir summarfrítíðina. Hetta verður eftir øllum at døma gjørt, tí Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava megnað at lagt trýst á limirnar í Gistingarhúsfelagnum um at fáa skipaði starvsfólkaviðurskifti í lag innan vinnuøkið matstovur, gistingarhús og hotel.

Jan Mortensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag váttar, at Gistingarhúsfelagið hevur biðið um fund við Arbeiðsgevarafelagið, og sigur, at hesin fundur helst verður um miðjan august, tá fólk eru komin aftur úr feriu.

Á fundinum fer Gistingarhúsfelagið at gera vart við, hvørjar partar av sáttmálanum fyri arbeiði á gistingarhúsum og matstovum, felagið ikki tekur undir við.

Hvat síðan hendir, kunnu hvørki Jan Mortensen, ella formaðurin í Gistingarhúsfelagnum, Jeffri Johannesen, siga nakað um, tí tað veldst alt um, hvat Gistingarhúsfelagið velur at gera.

Tað er tó hugsandi, at limirnir í Gistingarhúsfelagnum fara at gerast partur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum so kann taka samráðingar upp við Føroya Arbeiðarafelag um eina endurskoðan av sáttmálanum.di - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.

- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.

- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl