- Ikki brúk fyri stríði á jólum

Heðin Mortensen er stúrin fyri, at nýggi sáttmálin hjá pedagogunum verður jólatrøll

Fleiri fakfeløg og einkultir bygda- og býráðspolitikarar kring landið hava seinastu dagarnar veitt Føroya Pedagogfelag sín stuðul í stríðnum millum felagið og almennu arbeiðsgevararnar, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum.


Nú fær fakfelagið so eisini almennan stuðul frá einum tingmanni. Heðin Mortensen, tingmaður og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, ið sjálvur hevur staðið á odda fyri fleiri samráðingar sum formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, heitir nú á almennu arbeiðsgevararnar um at fara aftur til samráðingarborðið.


- Nú jólini standa fyri durum, vil eg heita inniliga á Kristinu Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Anniku Olsen um at fara aftur til samráðingarborðið, so sáttmálin hjá pedagogunum ikki verður jólatrøll. Og somuleiðis vil eg heita á Pedagogfelagið um at vera til reiðar at samráðast – ongantíð ov skjótt, skrivar Heðin Mortensen.


Ikki bara ynskir tingmaðurin, at almennu arbeiðsgevararnar fara aftur til samráðingarborðið, men heitir hann á teir, um at geva pedagogunum eina góða og virðiliga avtalu.


- Øll duga at síggja, at fæst ikki faklig javnstøða, har útbúgvingarnar eru skipaðar eftir sama leisti, blívur »krúllan« við at vera har, so tí ræður um at fáa greitt hana nú, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat.


- Eg taki fult undir við, at funnin verður ein góð og virðilig avtalu, har sama útbúgvingarstig gevur somu løn, tí vit hava ikki brúk fyri stríði á jólum, men friði.