Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen
Ein flokksbýtt andstøða var á fundi í farna mánaði, ein samla andstøða skuldi á fund hesa vikuna, men nú verður fundurin í komandi viku.
Talan er um fund millum andstøðuna og fiskivinnunýskipanarbólkin hjá samgonguni, sum hevur lagt upp til, at ein breið semja skuldi finnast til eina so týðandi nýskipan. Andstøðuflokkarnir hava tó verið ónøgdir við mannagongdirnar hjá samgonguni.
- Vit hava bara verið á einum fundi við fiskivinnunýskipanarbólkin, og tá fingu vit einki at vita um ætlanirnar hjá samgonguni. Vit aftur boðin til fundar í komandi viku, men samgongan hevur longu boðað frá, at eitt endaligt uppskot um fiskivinnunýskipan longu fer til hoyringar um fjúrtan dagar. So tað eru ikki tær bestu fortreytirnar fyri einum breiðum uppskoti, sigur Aksel V. Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin.