Ikki beinbrotin

Tað var ikki so galið, sum landsliðslæknin og Jákup á Borg óttaðust, eftir at Jákup noyddist skaddur av vøllinum,t á føroyar taptu 3-1 móti Rumenia leygardagin. – Fóturin sær øgiligur út, men eg hevði kalt umslag um alla tíðina, og longu í flogfarinum á vegnum byrjaði eg at kenna meg betur. So talan er hóast alt ikki um nakað brot, staðfestir Jákup á Borg, sum saman við restini av ferðalagnum kom heim í gjár.